Skriva út

Kyrrutúrur: Latið tykkum í øll regnklæði ...

27.09.2021 Tíðindi
HØVUÐS.jpg
14 fólk treiskaðust ímóti veður og vindi, og gingu ta gomlu kirkjugøtuna úr Æðuvík og heim á Nes.

ÆÐUVÍK/NES: Í bókaverkinum um heimbygd sína, Gjógv, hugleiðir høvundurin, Peter Jacob Sigvardsen einastaðni um tær mongu ymisku gøturnar í bygdini – bygdargøtan, skúlagøtan og aðrar. Summar teirra verða ikki gingnar eins nógv longur, og onkur teirra verður als ikki gingin í dag.

Orð: Snorri Brend/Myndir: Dann Johannesen, Nes.

Í sama viðfangi nevnir hann kirkjugøtuna við Gjógv, og sum hevur verið nógv gingin gjøgnum tíðirnar. Hansara vón er, at hon framvegis fer at verða nógv gingin, so hon ikki fer at hvørva í landslagnum.

Ein onnur av gomlu kirkjugøtunum – og bygdagøtunum, kunnu vit siga – er hon, sum gongur úr Æðuvík og heim til ta 188 ára gomlu kirkjuna á Nesi. Æðuvík er nevniliga í Nes sókn, og tað var tí hagar at fólk leitaðu sær til gudstænastu og aðrar kirkjuligar tænastur.

Í dag hevur Æðuvík eitt missiónshús, sum við millumbilum verður brúkt til gudstænastur og annað. Nú hava øll bil, og kunnu nú einfalt fara av bygdini og í kirkju í grannabygdunum, um ynski er um tað.

Hinvegin var tað júst hesa gomlu kirkjugøtuna millum Æðuvík og Nes, sum gingin var seinasta leygardag – 25. september. Veðrið kundi verið betri, tí tað var regn og ælaveður undir gongutúrinum.

Men, sum ein av ungu luttakarunum so rámandi tekur til:

- Túrurin var avbera góður. Og ja, so løgið tað ljóðar, kom eg at hugsa um orðini í Efesusbrævinum kapittul 6, har Paulus heitir á kirkjuliðið har um at fara í øll herklæði Guds, soleiðis at tey – og vit – kunnu standa ímóti sniðlopum djevulsins.

- Og eg hugsaði faktiskt, at í dag var í øllum førum neyðugt at lata seg í øll regnklæði okkara, um vit altso skuldu standa okkum ímóti regninum, sigur hesin ungi nesmaðurin, Dann Johannesen við bros á kinn.

GANGA – IKKI HUGSA
Vanligt er, at tá fólk fara gongutúr í fjall og haga, so verður óført prátað um ymisk viðurskifti, soleiðis at túrurin ikki kennist ov drúgvur.

Hesaferð var túrurin tó skipaður øðrvísi – í roynd og veru var hann í tøgn. Lagt var nevniliga upp til, at her var talan um ein túr í kvirru – ein kyrrutúr - har høvið var til bøn, djúphugsni og ansni fyri náttúruni.

Dentur var somuleiðis lagdur á, at allar fartelefonirnar skuldu verða í lummunum henda lítla tíman, ið túrurin vardi.

- Eg haldi, at tað var super lekkurt soleiðis at ganga ein túr í náttúruni, uttan at hugsa nakað serligt, var ein onnur viðmerking um túrin.

Kyrrutúrurin byrjaði frá missiónshúsinum í Æðuvík klokkan 18.30, og nakað seinni vóru tey øll komin heim í Nes kirkju. Her var gjørligt at fara í tann nýggja prestagarðin at lata seg í annan fótbúna og gera seg kláran til gudstænastuna, sum byrjaði í Nes kirkju klokkan 20. Sóknarpresturin, Ovi Brim hevði somuleiðis eina andakt fyri teimum her. Síðani var tíð at fara oman í Nes kirkju til eina gudstænastu, sum var skipað saman við ungum fólki, og hevði tískil ein ungdómsdám.

ÁHUGI FYRI TÍ GAMLA
Við tær vanligu gudstænasturnar verður orglið brúkt at spæla undir sálmasangin. Men hetta kvøldið vóru tað ístaðin klaver og guitari, sum høvdu henda leiklutin.

Ovi Brim greiðir frá, at tey sungu bara sálmar við hesa gudstænastuna, sum hevði ”eitt lætt úttrykk”, sum hann málber seg. Kortini savnaði hon bæði ung og gomul undir Guds orði.

Tað var tó eitt einstakt, sum breyt munandi frá eini vanligari gudstænastu: Tað var, tá Ovi Brim intervjúaði Ólav Magnussen, har hann greiddi frá ymiskum í hesi gomlu kirkjuni, sum er frá 1843.

Ólavur er av klokkaraætt, og er í roynd og veru sjeyndi maður í beinari linju, sum hevur verið klokkari í kirkjuni á Nesi. Hann hevur verið fastur klokkari í júst 45 ár – frá 1976 í teirri gomlu kirkjuni, og síðani 1994 í Fríðrikskirkjuni.

Undir hesi samrøðuni fingu tey, ið vóru til ungdómsgudstænastuna, stutt at vita um kirkjuna og teir gripir sum har eru.

- Við hesum ynsktu vit at vekja ein ans hjá teimum ungu fyri kirkjusøgu, eins og vit vísa eyðmýkd og takksemi fyri tí, sum tey gomlu løgdu fyri dagin og løgdu í okkum yngru, sigur prestur.

Sigast má, at henda samrøðan fall væl í lag hjá teimum ungu, tí fleiri teirra steðgaðu á aftaná gudstænastuna, og bæði hugdu runt og spurdu um hetta ymiska í kirkjuni.

- Hetta verður heilt víst gjørt aftur, sigur Ovi Brim. - Og verður veðrið betri, so vænti eg at fleiri koma við næstu ferð.

Ein annar møguleiki er at byrja ein slíkan túr í Leirvík, og síðani fara upp til ta gomlu kirkjuna í Gøtu.