Skriva út
KYRRUDAGAR Á VIÐAREIÐI
01.03.2017 Tíðindi
MAN TAÐ BERA TIL HJÁ TÍGGJU PRESTUM AT SITA Í SOMU MATSTOVU TIL DØGURÐA, UTTAN AT NAKAR TEIRRA SIGUR EITT EINASTA ORÐ?
Hetta ljóðar næstan sum ein gáta ella byrjanin til eina stuttliga søgu. Men sannleikin er ein annar.
Tíðliga í januar mánaði vóru Kyrrudagar hildnir á Viðareiði. Talan var um tveir dagar í kvirru.
Tíggju sóknarprestar møttu klokkan nýggju ein týsmorgun til morgunmat á Hotel Norð. Einki øðrvísi var við hesi máltíð, enn tá ið fólk vanliga hittast um eitt morgunmatarborð. Tað varð tosað óført saman um leyst og fast. Men tá ið klokkan nærkaðist tíggju, fekk pípan eitt annað ljóð. Nú fingu vit at vita, hvussu restin av tíðini skuldi ganga fyri seg. Tað var ikki loyvt at tosa við hvønn annan ella nakran annan, fyrr enn klokkan tvey dagin eftir. Nú skuldi vera kvirra. Máltíðir vóru ávísar tíðir og um kvøldið og morgunin eftir var stutt andakt í kirkjuni. Men annars vóru prestarnir frítt stillaðir, hvussu ið dagarnir vóru innrættaðir.
At vera í kvirru í einingi er ikki nakað fremmant, men at sita í matstovuni saman við níggju øðrum prestum til máltíðirnar var serligt. Eingin annar var á hotellinum. Bert prestarnir og starvsfólkini, sum høvdu fingið at vita, at prestarnir hvørki tosaðu saman sínámillum ella við nakran annan. Jú, hesar løtur vóru serligar, men ikki óhugaligar. Tað kendist tvørturímóti sum um at ein felags andi var prestanna millum, nú vit øll vóru á somu ferð í kvirru.
Tað var ymiskt, hvussu prestarnir skipaðu dagarnar í hvør sínum kliva. Onkur las eina bók. Onkur las brot úr fleiri. Onkur skrivaði prædikur til komandi sunnudagarnar. Onkur grundaði yvir arbeiði, heim og frítíð og hvussu hesi best kunnu skipast. Onkur gekk sær túrar í vøkru natúrini. Og sjálvandi var rík tíð til bæði bíbliulestur og bøn.
Tá ið høvi aftur var at siga eitt orð við eitt annað menniskja stutt fyri heimferðina mikudag, hoyrdist, at hetta fyri allar prestarnar var ein rík uppliving. Tosað var um, hvussu ið okkurt kundi verið øðrvísi og hvussu ið nógv var sera gott. Einki at ivast í at júst Viðareiði er sera væl egnað til Kyrrudagar og at januar mánaður man vera besta tíðin á árinum eftir vanliga rokuta desember mánað.
Takka verður fyri hesar dagar og høvið at fáa loyvi til hesa ríku og gevandi uppliving.
DERHARD JÓGVANSSON, FEBRUAR 2017
Onnur tíðindi