Skriva út
Kyndilin úr Elduvík, borin í anda Grundtvigs
29.06.2016 Tíðindi
Eitt 100 ára minni um Salomon J. Joensen, prest
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
»Vit hoyra eitt sindur til hennara, tá vindurin liggur høgt,« svaraði Salomon Joensen við einum speiligum smíli, tá Sjónvarpið hevði samrøðu við hann um prestagarðin í Ónagerði á Viðareiði og prestkonuna, ið segðist spøkja har og gera ófrið.
»Hetta eru eini gomul hús, gisnað og á ábærum ættum er nógvur gjóstur. Hurðarnar eru vinskar og støkka úr lási, tá gjóstur fer gjøgnum húsini. Ei undur í, at onkur hvøkkur við og leypur úr sessi, eftir at hava hoyrt allar hesar spøkilsissøgurnar,« segði Salomon, og legði so aftrat:
»Nei, tey deyðu er einki at ræðast, verri er við teim, sum livandi eru.«
Lærdur og rationellur í hugsan kveistraði hann gamlar roykstovusøgur um hitt yvirnátúrliga frá sær. Slíkt ‘møsn’, sum varð potað niður í børn og elti tey sum marran restina av lívinum.
Salomon Joensen var prestur í Norðoya eystara prestagjaldi við bústaði á Viðareiði árini 1974-1981. Tá hann legði frá sær í 1981 hevði hann verið prestur í fólkakirkjuni í útvið fjøruti ár.
Tvær ferðir hitti eg hann í arbeiði mínum sum blaðmaður á Dimmalætting, fyrru ferð, tá hann 1. november 1981 legði frá sær sum prestur, seinnu ferð, tá hann fylti 70. Tá vóru hann og konan Elinborg flutt til Elduvíkar, har tey høvdu bygt sær hús. Elduvík var heimbygd hansara.
Hundrað ár eru liðin síðan Salomon Johan Joensen var føddur. Tað var 29. juni 1916. Foreldrini vóru Jóhanna, f. Gaard, úr Garðshorni í Oyndarfirði, og Símun Elias Joensen úr Elduvík. Móðirin var lærarinna í Elduvík og Funningsfirði, faðirin var óðalsmaður og bátasmiður.
Salomon Joensen tók preliminerprógv í Keypmannahavn 1933 og studentsprógv frá Akademisk Kursus í Keypmannahavn 1935. Eftir gudfrøðiligt embætisprógv í Keypmannahavn 1941 gjørdist hann fyrst lærari í háskúlanum í Antvorskov, og kendist andin úr háskúlaheiminum aftur í boðan hansara.
Á heysti 1942 kom hann til Sahl-Vinderup í Miðjútlandi sum hjálparprestur og tók eitt ár seinni við sum sóknarprestur í Øse-Næsbjerg í Vesturjútlandi. Hetta var í harðastu krígstíð, og máttu tey í prestagarðinum hýsa týskum hermonnum, sum Salomon segði seg ikki kunna bera nakað ringt sum menniskju, men sum hersetingarmenn vóru teir illa sæddir.
Meðan Salomon var prestur í Øse-Næsbjerg beindu nazistar fyri Kaj Munk, presti í Vedersø í Vesturjútlandi. Hetta var týsdagin 4. januar 1944. Nýggjársdag hevði hann prædikað í Vedersø kirkju, og prædikan var ein hvøss ábreiðsla ímóti teim landsmonnum, sum vóru í parti við týska hersetingarvaldinum og gingu tess ørindi í Danmark. Sjálvur helt Munk tað ikki søma seg at halda hesa prædiku í kjóla og kraga á prædikustólinum; hann prædikaði á kórsgáttuni í yvirfrakka og turriklæði um hálsin.
»Kaj Munk var so bersøgin, at hann doyði av tí,« segði Salomon Joensen, tá eg hitti hann í sambandi við fráfaringina á Viðareiði. Hann fór til jarðarferðina í Vedersø. Um henda dagin segði hann soleiðis frá:
»Eg fór avstað á súkklu, men beint tá eg skuldi fara, spyr Elinborg, kona mín, um eg ikki skuldi hava prestakjólan við. Nei, sigi eg, hvat skal eg gera við hann? Jú, tak hann við, sigur hon. Eg so gjørdi, legði hann í eina skjáttu á viðførisberan. Komin til Vedersø hugsaði eg við mær sjálvun: tá eg havi kjólan við, kann eg akkurát tað sama fara í hann, Fór í skúlan í nánd av kirkjuni og læt meg í og so yvir til kirkjuna. Har var so nógv fólk komið at fylgja, at vaktarmenn máttu skilja sundur, hvør slapp í kirkjuna og hvør ikki. Tá teir sóu meg í embætisbúna, veittraðu teir meg innum. Soleiðis kom og at sita inni í kóri saman við øðrum prestklæddum lagsbrøðrum. Tá kistan varð borin út í kirkjugarðin, var tað ein samfeld rødd henda vetrardagin, ið skar útí: Vaar Gud, han er saa fast en Borg«.
Tá ið kríggið var av, komu Elinborg og Salomon Joensen heim til Føroya. Í 1946 tók hann við sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi. Meðan hann var prestur á Nesi, vórðu nýggjar kirkjur bygdar í Elduvík og Rituvík, og átti hann sín stóra lut í, at hesar bygdir gjørdust kirkjubygdir.
Í ellivu ár var Salomon Joensen prestur á Nesi. Í 1957 fluttu tey til Thorup á Norðursælandi, og sjey ár seinni til Sengeløse, har hann var prestur í níggju ár. Seinasta prestastarvið í Danmark var við Bellahøj kirkjuna í Brønshøj, og har var helst ætlanin at verða verandi seinastu prestaárini, men eitt ár í starvi har, kom áheitan frá kirkjuráðunum í Norðoya eystara prestagjaldi um at søkja kallið, ið hevði verið leyst í umleið eitt ár. Hann tók av og varð settur í starvið fyrsta sunnudag í advent 1974.
Hóast Salomon var ungur, tá ið hann fór heimanífrá at ganga í skúla, var hann so rótgrógvin í tí umhvørvi, hann í Elduvík vaks upp í, at tað altíð kendist sum ein heimligur dámur í prædikum hansara. M.a. tá elduvíkingar gingu ta brøttu Elduvíkslíð til Oyndarfjarðar í kirkju. Á vetri ikki lukkulig at ganga í hálku og herðslu – ein veruleika, sum Salomon í eini jólaprædiku tvinnaði saman við jólasálmin »Nú ringja kirkjuklokkur so hátt« eftir Símun av Skarði: »Ei brim við strond, ei ísur í skor / kann Jesusi forða vegin...«. Tí: »Frelsarin kallar sítt fólk á fund / skrýtt á hans herstevnudegi...« (G. Bruun: »Fedranna kirkja í Føroya tjóð«).
Sum prestfólk vóru Elinborg og Salomon væl umtókt. Øllum, sum komu á gátt sýndu tey blíðskap og hugna. Minnist væl tann dagin, eg í juni 1976 hitti tey í Elduvík. Í loftsstovu teirra var ein stór mynd av N. F. S. Grundtvig á knæ framman fyri altarinum í Udby kirkju; ein mynd, ið Salomon sum grundtvigsmaður var sera fegin um at eiga. Og har var eisini ein mynd av foreldrum hansara, Jóhonnu og Símun Eliasi. Hann í føroyskum búna; knappatroyggjan hevði sama mynstur sum hjá kirkjubømonnum. Um troyggjuna greiddi Salomon soleiðis frá: »Pápi hevði verið í Kirkjubø og smíðað ein bát til Jóannes bónda. Tá hann kom norðuraftur til Elduvíkar, hevði hann við sær ein tódnaðan skeyta av eini mynstrutari troyggju, sum Nólsoyar Páll segðist hava átt. Mamma bant tvær knappatroyggjur við hesum mynstri, aðra til Jóannes bónda, hina til pápa.« Soleiðis kom hetta troyggjumynstur aftur í umfar.
Stóran part av lívi sínum hevði Salomon fastan bústað í Danmark, fyrst sum lærari á háskúla, síðan sum prestur. Í báðum hesum størvum kom hann í tætt samband við bæði sangir og sálmar hjá dønum. Fá onnur lond eiga eins stóran dýrgrip á hesum øki. Og hann fór undir at klæða nakrar av hesum sangum og serliga sálmum í føroyskan búna. Í »Sálmabók Føroya Kirkju« eigur hann nítjan týðingar, í sálmabókaískoytinum eina. Í 1988 gav hann út týðingasavnið »Sálmar og sangir«. Hetta varð gjørt við teirri sannføring, at eisini føroyingar mega eiga lut í hesum mætu skaldaverkum.
Ein týddur sálmur eftir C. R. Sundell er »Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor«. Hann er fýra ørindi; tað fyrsta er soljóðandi:
Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor,
eitt heim, eg kann kalla mítt egna,
tú gavst mær mítt dagsverk og breyð á mítt borð.
Her vísir mær leiðina, Harri, títt orð,
tað orð, sum kann metta og magna.
Her eigi eg búgv,
kann liva í trúgv,
at tú vilt sum faðir mær gagna.
Eitt skifti hevði Salomon Joensen sæti í nevndini, sum legði til rættis útgávu av teirri sálmabók, kirkja okkara í dag hevur.
Salomon Johan Joensen andaðist 28. november 1991 og er jarðaður í Vestara Kirkjugarði í Keypmannahavn.
Onnur tíðindi