Skriva út
Kunoyar kirkja 150 ár
01.12.2017 Tíðindi
1. sunnudag í advent í 1867 vígdi sóknarpresturin, Ernst Bugislaus Wesenberg, Kunoyar kirkju. Próstur, V. U. Hammershaimb, hevði forfall, og hevði tí givið sóknarpresti heimild at víga kirkjuna. Kirkjan hevur sostatt 150 ár á baki, og í tí sambandi verður hátíðargudstænasta sunnudagin 3. des. kl.12.00. Jógvan Fríðriksson biskupur kemur at prædika. Eisini koma prestar, ið nú eru í kalli, saman við eldri prestum at luttaka. Eftir gudstænastuna verða øll boðin í bygdarhúsið til døgurða. Sunnukvøldið verður konsert í kirkjuni kl.19.30 við Gøtu kirkju og ungdómskórið, og eisini kemur ein kvartett úr Klaksvíkar Hornorkestri at spæla nøkur jólaløg.
Sjálvan ársdagin 1. des. kl. 19.00 verður kvøldseta. Marjun Lómaklett hevur stutta hugleiðing um “Kirkjusiðir í eldri tíðum,” og Óluva Klettskarð heldur fyrilestur við heitinum “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt...” - ein siðsøgulig lýsing av Kunoyar Kirkju sum savnandi megi og miðstaður fyri bygdafólkini í Kunoy, Haraldssundi og á Skarði. Drekkamunnur verður eisini at fáa.
Ábøtur hava verið gjørdar á kirkjuna til hátíðardagin. Øll ravmagnsskipanin er gjørd av nýggjum, nýggjar ljósakrúnur, og annað ljós er eisini sett upp. Harumframt er kirkjan málað av nýggjum bæði innan og uttan. Uttan um kirkjuna eru flísar lagdar.
Onnur tíðindi