Skriva út

Kunoy: 200 ára gomul ljósakrúna aftur til heiður og æru

21.09.2017 Tíðindi
Kunoy: 200 ára gomul ljósakrúna aftur til heiður og æru

150 ÁR: Tann sum í dag kemur inn í Kunoyar kirkju, leggur skjótt merki til ta sera snøggu og vøkru ljósakrúnuna, sum hongur í sunnaru síðu, har frammi í kirkjuni.
Hetta er ikki hvør sum helst ljósakrúna, men ein sum skjótt hevur 200 ár á baki, og sum kom í kirkjuna væl eftir at kirkjan varð vígd í 1867.
Eingin elveiting var tá í tíðini, og tí vóru livandi ljós sett í hana, men tá streymurin kom til bygdina, vóru stearinljósini skift út við perur. Í dag er henda søguliga ljósakrúnan umvæld og reinsað, og fer hereftir at lýsa upp í kirkjurúminum við livandi ljósum til serlig høvi.
- Vit vita ikki heilt nágreiniliga, hvat ár ið ljósakrúnan kom í kirkjuna. Men eg haldi, at fólk hava verið fegin um hana, og eru somuleiðis fegin um at hon nú aftur er komin til heiður og æru, sigur Eghild Poulsen (myndin), sum er forkvinna í kirkjuráðnum í Kunoy.
- Nógv siga, at kirkjurúmið tóktist so tómt, ta tíðina tá hon var til umvælingar í Danmark. Eg fegnist um at hava fingið hana so vakra aftur, og eg haldi eisini, at hon hongur fínt her.
1. sunnudag í advent í ár verður Kunoyar kirkja 150 ár. Óhugsandi er ikki, at tey livandi ljósini tá verða tendrað ”i dagens anledning”!


FLAK FYRI LJÓSAKRÚNU
Tað serstaka við Kunoyar kirkju er, at tá hon varð vígd í 1867, var eingin altartalva her – og heldur eingin ljósakrúna.
Men í barminum á kirkjufólkinum lá eitt brennandi ynski um at útvega kirkjuni báðar hesar lutirnar. - Ja, menn gingu so hart inn fyri hesum, at teir hesi árini løgdu ein tosk burturav gjøgnum nøkur ár til kirkjuna, greiðir Eghild frá.
Fiskurin var flaktur, og síðani seldur til faktor Djurhuus í Klaksvíkshandlinum, sum varð biðin um at útvega kirkjuni bæði altartalvu og ljósakrúnu fyri peningin.
Hinvegin stóðst eitt lítið ivamál um hesa góðu ljósakrúnuna, millum kirkjuna á staðnum og teir kirkjuligu myndugleikarnar: Kirkjuinspeksjónin vildi treyðugt – ella rættari: vildi ikki - ganga við til, at hon skuldi hangast upp í kirkjuni. Orsøkin var hin einfalda, at henda ljósakrúnan, sum kom úr einum harragarði í nánd av Keypmannahavn, onkursvegna varð ikki mett sum hóskandi at hava hangandi í eini kirkju.
Sama ger. Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá, og í dag hongur ljósakrúnan aftur í kirkjuni – nýumvæld, vøkur og í upprunastandi.

STÓRT VIRÐI
Í nógvum kirkjum kring oyggjarnar finnast mangir lutir, sum eru fleiri hundrað ára gamlir og hava tí sjálvandi sína søgu. Millum hesar lutir telist altso henda ótrúliga vakra ljósakrúnan í Kunoyar kirkju.
Ringt er at útvega neyvar upplýsingar um ein slíkan søguligan lut. Tey eru kortini komin fram til, at henda ljósakrúnan var gjørd í Onglandi fyri nærum 200 árum síðani – heilt ítøkiligt í 1820.
Sum nevnt omanfyri kom hon úr Onglandi til Danmarkar, har hon millum annað hekk í salinum í einum harragarði, áðrenn hon altso fekk sítt fasta pláss í eini lítlari og hugnaligari kirkju í Føroyum.
Upplýsingarnar um aldur hennara hava tey fingið frá fyritøkuni E. A. Fogh í Karlslunde í Danmark, hvørs sergrein, seinastu 70 árini, hevur verið at reinsa og umvæla ljósakrúnur í kirkjum, slottum og aðrastaðni.
Tað er haðani, at tey í Kunoy hava fingið at vita um aldurin á teirra ljósakrúnu.
- Ja, vit spurdu eisini um, hvat virði henda ljósakrúnan mundi hava. Men tað hava vit ikki fingið svar uppá enn, sigur Eghild Poulsen við einum brosi.

HUGNALIG KIRKJA
At ljósakrúnan er komin upp aftur at hanga er bert ein lítil partur av teirri rættiliga umfatandi umvælingini, sum kirkjuni hevur verið fyri í seinastuni, nú hon nærkast teimum 150 árunum.
Sigast kann, at nógv er gjørt við kirkjuna, bæði innan og uttan, og í hesum sambandi er nýggj urga komin, ljósakrúnan uppsett, tornið er umvælt, kirkjan er málað innan og onnur arbeiði - ja, kunoyingar sleppa nú til gudstænastu í eini hugnaligari og snøggari kirkju.
Umvælingin gongur framá, og skal verða liðug til 1. sunnudag í advent í ár – sum er 3. desember. Tó er ætlanin, at hava eitt serligt tiltak sjálvan dagin – fríggjadagin 1. desember – meðan tað stóra tiltakið verður sunnudagin eftir.
- Hesa tíðina, meðan arbeiðið er farið fram, hava vit havt okkara gudstænastur í skúlanum í Haraldssundi. Men í summar fóru vit aftur í okkara egnu kirkju.

- Nú gleða vit okkum til at alt arbeiðið verður liðugt í desember, sigur Eghild Poulsen.

Orð & mynd: Snorri Brend