Skriva út
Krossmyndin hjá Thomas Koppen
13.02.2014 Tíðindi
Hesin krossurin av Frelsara okkara hevur hingið í Viðareiðis kirkju í 463 ár, og man hann sostatt hava hingið í 8 kirkjum heimi á Bakka á Viðareiði.
Krucifiksið, sum hongur á vegginum á suðursíðuni í kirkjuni er givið av Hamburger-keypmanninum, Harra Thomas Koppen í árinum 1551. Koppen hevði fingið monopol uppá handilin í Føroyum frá danska konginum í 1533 (men saman við Joachim Wullenweber frá 1529). Í 1536 var Kristian 3. dansk-norskur kongur. Koppen og Kristian 3. vóru vinmenn, samstundis sum teir avgjørt vóru Martin Luthersa menn.
Men hví gav Thomas Koppen hetta krusifiiksið til Viðareiðis kirkju? Tað er tað eingin, sum veit nakað um í dag. Men á Viðareiði gekk tann søgan, at hann skuldi fáa boð frá kongi at geva eina gávu til allar kirkjurnar í Føroyum. Men eingin kennir nakað til hetta longur.
Tó, her er okkurt løgið. Thomas Koppen skuldi gjalda 100 Lubiskar Mark til Kong pr. ár til kongsins kassa. Tað løgna er, at tað finnast kvittanir fyri øll gjøldini líka fram til 1551 - við undantaki av einum ári frammanundan, tá eingin kvittan finst. Kann tað hugsast, at hetta árið uttan kvittan hevur Koppen givið eina gávu til allar kirkjurnar í Føroyum - og einki gjald til kong?
Føringar vóru katolikkar. Kongur vildi hava kirkjujørðina og føroyingar vendar um til Lutherdómin. Thomas Koppen, sum doyði í 1553, var høgra hond hjá kongi. Báðir vildu vera góðir vinir við fólkið í Føroyum.
Kristian kongur og Koppen arbeiddu skjótt. Í 1550 var øll kirkjujørðin hjá katólsku kirkjuni (og allir prestagarðarnir í Føroyum) komnir undir kong.
Tað vil siga, at teir báðir brúktu bert 10 ár um tað. (Nevni líka, at tað vóru 2406 mrk. av jørð í Føroyum, - 1170 mrk. kongs og 1085 ogn, og 151 mrk. til prestagarðarnar, sambært Anton Degn).
Aftur til "gávuna". Um allar kirkjurnar fingu gávu, hví er so bert hendan eftir? NB! Føroyingar vóru katolikkar, ja, langt aftaná trúbótina í 1538. Kanska hava teir blakað hesar burtur, tí tær umboðaðu jú "tað nýggja", sum neyvan allir hava verið so glaðir fyri? Neyvan allir!
Mentamaðurin Jákup Jóhannis Matras sáli nevndi tankan, at kanska var henda gávan givin til Viðareiðis kirkju í sambandi við onkra vanlukku her hjá okkum? Vel! Vit høvdu jú ein prest, sum datt oman og doyði í Upsalahaganum í Klaksvík í 1549 (Harra Schoutræd Joensen). So tað er eisini eitt boð uppá gávuna. At missa ein prest í 1549 hevur óivað ikki verið nakað, sum uttan víðari fór aftur við borðinum.
Men hetta fáa vit væl neyvan uppklára.
Dánial Lydersen, Viðareiði
Onnur tíðindi