Skriva út

Kristus-sálmar

07.06.2020 Tíðindi
Anmærkning 2020-06-07 095835.jpg

Tað hendir javnan, at Paulus í sínum brøvum endurgevur brot úr øðrum tekstum.

Fyrst og fremst endurgevur hann úr Gamla Testamenti, men í støðum endurgevur hann eisini kristnar frásagnir frá fyrstu tíð við meira ella minni skilliga at vísa á, at hesar orðingar eru nakrar, sum hann sjálvur hevur fingið frá fólki, sum vóru kristin áðrenn hann, og sum hann letur víðari til meinigheitina. Tað hendir tvær staðni í 1. brævi til Korintmanna. Í kapittuli 1 eru tað innsetingarorðini í heilagu kvøldmáltíðini, sum verða handað á henda hátt, og í kapittuli 15 er tað ein stutt trúarjáttan um deyða Kristusar og uppreisn.

Eitt serligt slag av endurgevingum er tvær staðni í hesari lesiætlan, nevniliga í Filippibrævinum kapittuli 2 og í Kolossubrævinum kapittuli 1. Her koma vit til brot, sum líkjast frá hinum brævastílinum og í staðin eru orðað í hægri málburði við ávísari rútmu og einum nettum, skaldabornum máli. Her endurgevur Paulus eftir øllum at døma tveir elligamlar sálmar, sum hava verið nýttir í teimum griskttalandi meinigheitunum, tá ið tey komu saman sunnumorgun. Í donsku umsetingini hevur einvíst verið hugsað um at endurgeva stílslagið í styttum sniði og harafturat valt at seta tekstin upp prentliga sum yrking við fleiri reglubrotum.

Paulus ger í hesum førum ikki vart við, at hann endurtekur, men letur ístaðin sálmarnar glíða inn í sín brævatekst sum orð, sum hava verið kend av móttakarunum og havt myndugleika hjá teimum, og sum tí beinanvegin eru vorðin kend aftur og hava virkað við at styrkja bondini og samanhaldið millum Paulus og hansara móttakarar.

Báðir sálmarnir eru um Kristusar leiklut í frelsusøguni. Ætlanin í teimum báðum er, at Kristus frá ævinleika hevur verið hjá Gudi, men er stigin niður sum menniskja til krossfesting fyri harvið at bøta aftur viðurskiftini millum Gud og menniskju. Í Filippibrævinum (ørindi 6-11) verður dentur lagdur á gongdina í Kristusar lýdni og eyðmýkt og síðan á hansara upphevjan. Tí kann Paulus í samanhanginum brúka Kristus-sálmar sum tað stóra dømið um eyðmýkt, sum Paulus vil hava tey kristnu í Filippi at sýna hvør øðrum sínámillum.

Kolossusálmurin (ørindi 12-20 – avmarkingin av sjálvari endurgevingini av sálminum er meira óviss her) hevur ikki hesa siðfrøðiligu funksjónina, men er settur inn sum framhald av tí brotinum, sum Paulus altíð hevur í byrjanini av sínum brøvum, har hann takkar fyri alt tað góða, sum meinigheitin hevur í trúnni og í sambandinum millum meinigheitina og hann sjálvan. Hetta takkarbrotið verður í ørindi 12 fylgt upp av eini áheitan á móttakararnar sjálvar at skera útúr at takka Gud Faðiri, sum hevur fríað tey og leitt tey yvir í Sonarins ríki. Hetta førir sálmurin við sær sum eina lýsing av øllum tí, sum er at takka fyri.

Kelda: Bíbliulesiætlanin 2019-20