Kríggj, neyðhjálp og fløttar
At fara til songar um kvøldið og sova trygt um náttina. At vakna til ein nýggjan dag og fara til dagsins verk uttan órógv. At liva í friði og náðum í einum samfelag við skipaðum viðurskiftum. At vera mettur, væl settur og hava innivist.
At liva lívið við hesum ágóðum er støða okkara. Óivað er eitthvørt, ið kann skipast betur í landinum. Men yvirskipað eru flest øll viðurskifti væl meira enn á góðari leið.
Øðrvísi er støðan í londum, har ófriður, forfylging og kríggj valda. Tíverri eru tað lond, ið als ikki kunnu bjóða sínum borgarum somu livilíkindi sum í Føroyum.
Í løtuni er allur heimurin ávirkaður av støðuni í Ukreina, nú Russland hevur gjørt innrás í landið. Tað er beinleiðis kríggj landanna millum, og støðan ávirkar allan heimin. Vit í vesturheiminum eru álvarsliga ávirkað, nú NATO og tess sameindu umhugsa støðuna við revsandi átøkum móti Russlandi.
Tað er mín kristna sannføring, at harðskapur og kríggj eru av tí ónda. Eri ikki teirra millum, sum royna at síggja tað góða við einum kríggi, royna at síggja nakað jaligt í einum ræðuleika. Í mínari verð er kríggj óndskapur. Henda persónliga niðurstøðan er grundað á orð Jesu og andan í Nýggja Testamenti.
Harðskapur avmarkar lívsvirði teirra, ið eru fyri ágangi. Kristnin eigur at taka frástøðu frá øllum likamligum ella sálarligum ágangi. Harðskapur er ikki kríggj, men hann vellir úr somu døkku og óhugnaligu uppkomu í tí innan menniskjansliga.
Kríggj er av tí ónda. Í kríggi verða mannalív týnd, og lívið hjá teimum, ið yvirlivað, gerst avlamið. Tey, ið yvirliva eitt kríggj, hava likamlig ella sálarlig hjáárin, ið eru darvandi fyri lívsvirði og dygdina á lívinum.
Viðhvørt er torført at meta um, nær vit eru sek og ósek. Í kríggi verða ósek mannalív týnd, ið als ikki hava ávirkan á viðurskiftini, ið eru miðdepilin í stríðnum. Tann vanligi borgarin, børn og eldri. Hvat hava tey gjørt, ið kann elva til slíka revsing, at tilvera teirra verður løgd í oyði?
Kríggj gevur onga meining í kristnum samanhangi, tí vit skulu sum kristin elska okkara fíggindar. Orðingin ella fyribrigdið heilagt kríggj er ikki at finna í NT. Tað er heilt burturvið, at kirkjur, samkomur ella trúarbólkar kríggjast hvør móti øðrum við orðum ella vápnum.
Nú bumburnar regna niður yvir Ukreina og høvuðsstaðin Kiev. Nú túsundatals fólk flýggja frá húsi og heimi og søkja sær skjól í grannalondunum. Nú støðan í Evropa er spent, eiga vit sum kristin fólk at gera okkum búgvin til hjálpandi átøk bæði úti í heimi og í okkara egna heimlandi.
Tíðin er búgvin, at vit í Jesu navni og við Heilaga Andans kraft fara í forbøn fyri heimsins fólkasløgum. Vit mega biðja fyri teimum, ið lýða órætt ella verða forfylgd vegna politiska sannføring, átrúnað, lívsfatan ella etniskan uppruna.
Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan. Út frá kristnum sjónarhorni kunnu vit við Guðs skapan í huga siga: Øll menniskju hava rætt til lívið og rætt til at liva. Menniskjan er krúnan av skapanarverki Guðs.
Tíðin er búgvin, at vit í Jesu navni og við Heilaga Andans kraft fara til verka við verkligum gerðum og átøkum. At hjálpa til eftir førimuni ljóðar ikki av nógvum, men í einum ríkum landi, har mong okkara liva í yvirflóð, munar hjálpin eftir førimuni væl.
At veita hjálp úti í heimi er sum so ikki nakað nýtt. Tað eigur at vera nevnt, at kirkjur, samkomur og einstaklingar hava í meira enn eina øld verið virkin í menningararbeiði og neyðhjálp úti í heimi.
Stórvegis ljós hevur ikki verið varpað á henda vælgerandi gerningin. Tað er út frá Halgubók ivasamt, um hjálpin skal verða varpað um allar geilar ella skrivast á eina almenna talvu. Um vit kappast um hagtøl ella sóla okkum í hjálpini, ið vit veita, tykist mær, at tað andaliga virðið ella hugburðurin er farin av lagi.
Kríggj er millum Russland og Ukraina. Innrás er gjørd í Ukraina, og fólk flýggja úr landinum. Gleðiligt var at hoyra landsstýrismannin í uttanríkismálum umrøða hesi viðurskifti í Svf í gjár.
Landsstýrismaðurin tosaði um støðuna í Ukraina og nevndi, at fløttar møguliga fara at kunna søkja sær skjól og búsetast í Føroyum. Vit mega ikki ræðast okkara medmenniskju og okkara næsta í altjóða samfelagnum.
Bønin í Jesu navni er vegurin frameftir, hon gevur kraft og vísdóm til verkið.
Heilagi Guð og faðir. Vit biðja um frið millum heimsins tjóðir og fólkasløg. Ugga tey, sum flýggja. Lat tey møta næstakærleika í tí fremmanda og gev teimum innivist.
Vár Guð og faðir, send verndareinglar tínar yvir Ukraina at verja óttafull og bangin. Amen.
Orðið: “Nei, er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat; er hann tystur, tá gev honum drekka. ... Lat ikki hitt illa vinna á tær; men vinn tú á illum við góðum! (Rómverjabrævið 9,20-21).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Kelda: vp.fo