Skriva út
Kórvitjan úr Danmark í Norðskála, Eiði og Klaksvík
01.04.2023 Tíðindi
Pálmasunnudag og nakrar dagar fram kemur kirkjukór úr Danmark á vitjan í Føroyum.
Kórið, sum er eitt gentu- ella kvinnukór, er úr kirkjunum í Præstø og Skibinge, sum liggja har suðureysturi á Sjællandi. Kórleiðari er Charlotte Dagnæs-Hansen, sum er organistur í báðum kirkjunum. Tær yngstu genturnar í kórinum eru um 12 ár gamlar. Við sær hevur Charlotte eisini ein sanglærara og ein kirkjusangara . Íalt 14 sangarar og kórleiðarin eru við í ferðalagnum.
Kórið fer at syngja til guðstænastu í Norðskála kirkju pálmasunnudag 2. apríl kl. 12 og fer at hava konsert í Eiðis kirkju sama dag seinnapart kl. 16.
Mánadagin 3. apríl kl. 19.30 fara tey at hava konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík og týsdagin 4. apríl kl. 19.30 í Havnar kirkju.
Kórið fer at syngja sangir og sálmar av kendum tónasmiðum sum Händel, Mozart og Ingemann og eisini sastir av meir ella minni kendum yngri tónasmiðum sum John Rutter, Niels la Cour og Brian Lewis. Alt í alt ein sera góð og varierað skrá, sum nógv kunnu fáa gleði av at hoyra.
Onnur tíðindi