Skriva út
Kórvitjan Hvítusunnudag.
16.05.2013 Tíðindi
Til guðstænastuna hvítusunnudag fær Havnar kirkja vitjan av kórið úr Íslandi. Tað er Kirkjukór Lágafellssóknar við leiðaranum Arnhildur Valgarðsdóttir, sum er á føroyaferð á hvítusunnu. Í kórinum eru 22 fólk og tey virka sum kirkjukór Lágafellkirkjuni, sum er í býnum Mosfellbær.
Mosfellbær er 12 km eystanfyri Reykjavík og har búgva umleið 9000 fólk. Kórið fer millum annað at syngja Gloria av italska tónaskaldinum Vivaldi og fer annars at taka lut í felags sálmasanginum. Eisini violinleikarin Angelika Nielsen fer at spæla til kórsatsir og felagssálmar í Havnar kirkju henda dagin.
Onnur tíðindi