Skriva út

Koronufrí konfirmatión

27.10.2021 Tíðindi
2021-10-10-Vestmanna-konf.jpg

Sunnumorgunin 10. oktober var Vestmanna kirkja fullsett, tí hetta var konfirmatiónssunnudagur og samstundis ein veitslu- og fagnaðardagur í kirkjuni. Hartil var hetta fyrsta “vanliga” konfirmatiónin í Vestmanna, síðani korona fór at gera um seg fyri góðum hálvumøðrum ári síðani.

– Tað var fantastiskt at kunna fortelja bæði konfirmantunum og øðrum, at nú vóru øll vælkomin í kirkju, tí her vóru ongar avmarkingar longur. Nú var tað einki við, at fólk bara kundu sita á øðrumhvørjum bonki og í avmarkaðum tali, sigur Maria Sommers Nolsøe, sóknarprestur í Vestmanna, ið hesaferð upplivdi, at summir konfirmantar høvdu stúrt eitt lítið sindur fyri degnum.

– Ja, meðan tey gingu til, var tað onkur teirra, ið spurdi, hvussu nógv av sínum tey kundu bjóða við í kirkjuna. Tí vóru tey glað, nú alt kundi vera, sum tað plagdi at vera. Nú kundu tey aftur uppliva eitt sindur av normaliteti í lívi sínum – í eina løtu, um ikki annað.

Slapp í konfirmatión
Hetta var fimta konfirmatiónin hjá Mariu, sum er lutfalsliga nýggjur prestur í Vestmanna, og sjálv var hon fegin um, at nú kundi alt aftur vera, sum tað plagdi.

– Endiliga kundi eg sleppa í konfirmatión hjá mínum egnu konfirmantum, sum var nokk so serligt, tí tað kundi eg ikki í fjør, tá ið vit máttu avlýsa várkonfirmatiónirnar. Teir konfirmantarnir vóru næstan lidnir at ganga til, men máttu so bíða til september mánað, áðrenn vit so høvdu heystkonfirmatiónina í oktober, sigur hon.

– Tað ringasta tá var at skula siga við konfirmantarnar, at teir bara kundu hava sjey ella átta fólk við sær í kirkjuna sjálvan dagin, samstundis sum vit eisini máttu siga við kirkjufólkið, at konfirmatiónin ikki var ein almenn gudstænasta, sum hon annars plagar. Men tí var tað eisini deiligt, at vit nú aftur kundu bjóða øllum at vera vælkomin – og kirkjan var fullsett!

Ein ordans lætti
Hóast bara góðar tvær vikur eru gingnar síðani konfirmatiónina í Vestmanna, er koronustøðan aftur broytt ógvusliga við 4-500 smittaðum í Føroyum, og tí kennir Mariu Sommers Nolsøe tað sum ein ordans lætta, at konfirmatiónin kundi avgreiðast áðrenn.

– Vit vóru sanniliga heppin, at vit fingu konfirmatiónina avgreidda í tøkum tíma. Annars høvdu vit skula havt allar avmarkingarnar aftur, og tað hevði verið øgiliga keðiligt, sigur sóknarpresturin í Vestmanna, ið annars ikki væntar broytingar í kirkjuni har beint nú.

– Aktuellu støðuna hava vit ikki tosað um í kirkjuráðnum enn, og eg havi heldur ikki frætt nakað um, at korona ger so nógv um seg hjá okkum júst nú, at vit mugu broyta ella avlýsa kirkjugongdina. Men nú fáa vit so at síggja næstu dagarnar, hvussu tað verður, og um tað aftur verður neyðugt at avmarka atgongdina til vanligu gudstænastuna til, at fólk bara kunnu sita á øðrumhvørjum bonki.

Orð & mynd: Hilmar Jan Hansen.