Skriva út

Konsertir við trompet- og orgulspæli í Hoyvíkar kirkju og í Havnar kirkju

13.10.2022 Tíðindi
Thumbnail Pressefoto 300Dpi1

Tað er organisturin Søren Johansen og kona hansara Dorthe Zielke, sum fara at spæla.

Konsertirnar vera í Hoyvíkar kirkju týsdagin 18. oktober og í Havnar kirkju mikudagin 19. oktober, báðar kl. 20.00.

Søren hevur ofta spælt í Føroyum. Hann hevur verið fastur organistur til væl umtóktu konsertirnar “Ernst og vinfólk”, sum í nógv ár hava verið í Havnar kirkju á ólavsøku. Hann hevur eisini fyrr framført øll orgulverkini hjá Bach í Vesturkirkjuni. Kona Søren, Dorthe, er trompetleikari við útbúgving fra Kgl. Danska musikkonservatoriinum.

Til konsertirnar í Hoyvíkar kirkju og í Havnar kirkju fara tey at spæla tónleik og í orð og myndum at fortelja um lív og umstøður hjá tónleikaskøldunum. Myndir verða sýndar á stórskýggja og tónleikararnir siga frá.

Í Hoyvíkar kirkju er tónleikurin av Rued Langgård, og í Havnar kirkju av Carl Nielsen. Teir eru báðir kend tónleikaskøld, men við ógvuliga ymiskum lagnum, sum á hvør sín hátt eru sera áhugaverdar. Rued Langgård er kendur sum tað forfjónaða tónleikaskaldið, sum ikki varð viðurkent í síni livitíð. Carl Nielsen, var í síni livitíð alment viðurkendur sum eitt tað størsta tónaskaldi Danmark hevur fostrað. Rued Langgård skrivaði tónleik, sum spratt úr tí romantiska tónleikinum, sum var spældur í tíðini undan honum. Carl Nielsen skrivaði tónleik, sum við sínum nýggja stíli peikaði frameftir móti tí modernistiska tónleikinum, sum hoyrdi framtíðini til. Tvær konsertir gjørdar eftir sama leisti, men við heilt hvør sínum tónleiki.