Skriva út
Konglig innreið í navni friðarins
28.11.2016 Tíðindi
Jesus vildi, at innreið hansara í Jerusalem skuldi vera sum kongsins, men kortini øðrvísi enn hjá øðrum kongum. Hann ríður á asna og ikki á einum vegligum gangara við blonkum brandi í hendi. Tað er til tess at vísa, at harradømi hansara er friðarins. Ja, enntá eitt harradømi, sum fór at vera við undirlutan í stríðnum. Men kortini fór at hann at vinna tann sigurin, sum ber av øllum
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Og tá ið teir nærkaðust Jerusalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir: »Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey higar. Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man hann alt fyri eitt lata tey avstað.« Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: »Sions dóttur, berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórsfyli.« Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; og teir komu við ásnanum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og hann setti seg oman á tey. Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøum og løgdu á vegin. Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum, og sum gingu aftaná, róptu og søgdu: »Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!«
Matt. 21,1-9
Vit eru nú stigin inn í adventina. Hetta orðið, ‘advent’, boðar um vón. Adventsvónin er ikki bundin at heimsins ruðuleika, men hinum æviga Gudi. Tað vit vænta okkum í adventini, svitast ikki, og »tað kemur ongantíð ov seint,« sum danski heimspekingurin Søren Kierkegaard tekur til.
Vit kunnu í so mongum lutum vænta okkum eitt og annað, men adventsvónin – ella trúarvónin – er einans, hetta at líta vón okkara til Guds eina. Tað er at vænta okkum komu hansara, og hetta kunnu vit óttaleys vænta okkum, tí at Gud vendir sær ikki frá okkum.
Advent merkir ‘koma’. At vit vænta komu Guds er at venda hugin inn í framtíðina – við vón. Og við vónini kemur framtíðin longu inn í nútíðina og skapar hjá okkum eina nýggja og gleðifulla og livandi nútíð í tryggleika og vissu.
Adventsvónin er júst tann sum teksturin til fyrsta sunnudag í hesum kirkjuári ljóðar (Matt. 21,1-9): at fylgjast við Jesusi frá Betfage (fikuhúsinum) til Jerusalems.
Hetta er konglig innreið, men enn er ikki komið til hitt nýggja Jerusalem. Vit eru á veg eins og tann innreið, vit hoyra um í evangeliinum, men málið er tó í eygsjón – av Oljufjalli Vónarinnar.
Ein takkarsongur
Luturgiski liturin hjá adventini er reyðbláur (violettur). Fyrsta sunnudag í Advent kunnu vit eisini nýta hvítan lit, tí hetta er hin skæri inngangurin til eitt nýtt kirkjuár.
Reyðblái liturin í kirkjuárinum er tekin um fyrireiking. Vit fyrireika okkum til føðing Jesu. Mangir siðir eru knýttir at hesi fyrireikingartíð. Ein er at tendra ljós í adventskransinum, lata upp gluggar í jólakalendaranum og kanska syngja onkran adventssálm.
Vit eiga mangar slíkar sálmar og eiga at fegnast um, at vit í máli okkara hava átt og enn eiga so mong skald, sum tað hevur eydnast hjá at syngja henda gleðiboðskapin út millum fólk okkara.
Fleiri ár á rað hevði Jóhs. Andr. Næs í Útvarpinum eina sending mánakvøld í advent við føroyskum advents- og jólasálmum. Hann hevur savnað hesar tekstir í bøkurnar »Ver vælkomið Harrans ár« og »Jólaklokkan aftur ringir«, sum Bókadeild KFUM’s hevur givið út.
Um adventssálmin »Eitt er Harrans ár nú runnið«, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt, sigur Jóhs. Andr. Næs:
Hesin sálmurin er ein takkarsálmur fyri tað Harrans árið, sum runnið er, og fyri at advent aftur er komin:
Eitt er Harrans ár nú runnið,
aftur advent komin er.
Tøkk og prís av sál og munni
aftur fólk várt, Gud, tær ber,
glað vit leita á tín fund,
kenna inst í hjartans grund,
mildur ert tú, himlafaðir,
sær, hvat børnum tínum bagir.
Ja, fólkið leitar saman at syngja Gudi hesa tøkk og at ásanna, at Gud er mildur faðir. Hann sær, hvat børnum sínum bagir.
Í sálminum verður tøkk borin fyri signingina, sum tað ber í sær at koma saman og hoyra Guds orð, verða vegleidd av tí, kenna, at Gud við orðinum grøðir syndasár og kann stilla tey stríðu tár. Sálmurin er ein tøkk til Gud fyri, at hann sum faðir lyftir okkum á Andans veingi yvir fold í sálmasangi.
Í triðja og síðsta ørindi biður skaldið himmalska faðirin um, at fólkið framvegis má syngja sálmar, halda bøn og hoyra halgan lestur, og soleiðis bøta um hug og gerð, sum Guds børnum sømir.
Sálmurin endar við hesi inniligu bøn um, at Harrin Kristus má fáa lært okkum at líta á síni lyfti um, at so satt sum ættir føðast og ættir fara, skal kirkja hansara altíð standa.
Og hetta er gudshúsið, har vit savnast um orðið við sangi og í ákallan og bøn. Alt í áliti á lyfti Jesu og seinastu orð hansara til lærusveinarnar: »Og sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda.«
Tolsemi og næstakærleiki
Um innreið Jesu í Jerusalem hoyra vit tvær ferðir í kirkjuárinum: 1. sunnudag í advent og pálmasunnudag. Í tíðarrøð hoyrir hesin evangeliitekstur til stillu vikuna, dagarnar fram undir páskir, andliga hóskar hann eisini sum inngangur til adventina, tí hann boðar um komu Harrans til fólk sítt: »Sí, kongur tín til tín kemur.«
Profetaorðini í Gamla Testamenti standa í røð sum bakstøði fyri innreið Jesu í Jerusalem. Matteus evangelistur vísir til Sak. 9, har Harrin gevur lyfti um at veita fólki sínum frið. Hann vil senda teimum ein kong, og vit kunnu undrast á, at hesin kongur ríður á einum ásna. Undrannarvert er eisini, at hann er lítillátur. Átti hann ikki at riðið á einum vegligum gangara, við blonkum brandi í hendi, við tign og fattum høvuðburði. Hann kemur hóast alt at vinna friðin. Hví ger Jesus so lítið burturúr hesi týðandi uppgávu síni?
Nei, Jesus var lítillátin, og friðarstríðsmenn eins og hann, Martin Luther King, Nelson Mandela og Mahatma Gandhi, møttu ikki valdsharrunum við hevnd og bardaga í sinni, men við friði. Hetta var vápn teirra – andans svørð. Hepni teirra at vinna frið lá í hesum eina: tolsemi og næstakærleika.
Ein einstakur yvirgangskroppur kann gera enda á slíkum fólkum. Heródes ætlaði at beina fyri Jesusi. Hetta miseydnaðist, men seinni fullførdi Pilatus ætlan Heródesar. Gandhi, King og Mandela vunnu fleiri viðhaldsfólk í friðarstríðnum við deyða og fongsling teirra enn við lívi og virki.
Hetta er eisini støðan í kristintrúnni. Skal Jesus vinna friðin, má hann vinna okkum menniskju fyri friðinum. Hann boðar kærleikans sigur við lítillátnu innreið síni í Jerusalem.
Innivist í hjartans tilhaldshúsi
Bjóða vit Jesusi vælkomnum? Taka vit ímóti Honum? Tann stóra mannamúgvan breiddi klæði og greinar á vegin og segði: »Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!«
Vælsignaður er Hann, og latum okkum tí – børn og vaksin – steðga á einaferð enn, og hoyra hvat ein av adventsmonnunum, Jóhannes Doyparin, sigur við okkum í vitnisburði sínum um, hvussu vit eiga at fyrireika okkum at til at halda eini røtt jól: »Hann eigur at vaksa, men eg at minka.«
Frálíkar og óførar kunnu jólafyrireikingar okkara vera. Gleðiligt og hugnaligt og stuttligt kann jólahald okkara vera, tó má alt hetta gera sítt til, at Hann, sum vit halda jól fyri, má vaksa og fáa so stóran týdning fyri okkum, at vit sanna, hvussu lítið alt okkara munar afturímóti Honum, sum føddur var jólanátt.
Gævi, at tað lítla barnið, sum føtt varð í fjósinum í Betlehem – tí at ikki var rúm í tilhaldshúsinum – og sum helt eini so fátækslig jól samanborið við okkara – má vaksa í huga og hjørtum okkara.
Gævi, at Jesus má vaksa, so at vit møta honum sum frelsara okkara og geva honum innivist í bústaði okkara, hjartans tilhaldshúsi. Tá fáa vit eini sonn og bjørt jól. Týska sálmaskaldið Paul Gerhardt sigur hetta soleiðis:
Í trúgv eg biði, at tú mær,
o, Harri, so vilt gera,
at eg í lívi mynd av tær
í hjartanum má bera.
So lat meg vera krubba tín,
verð tú í mær, o, Harri mín,
við tíni reinu gleði.
Onnur tíðindi