Konfirmatión – áheitan!
Leiðslan í fólkakirkjuni heitir inniliga á foreldur og avvarðandi við bøn um, at tilmælini frá Pál Weihe, yvirlækna, og Michael Boolsen, Føroya Landfúta, í Kvf. í kvøld, tann 22. september 2020, verða tikin í størsta álvara.
Tað er týdningarmikið at tey ungu verða konfirmerað sum ætlað. Tað andaliga ella kirkjuliga er ein týðandi partur av samleika teirra ungu. Tess vegna eru tað tey kirkjuligu atlitini, ið leiðslan fyrst og fremst hugsar um.
Men, konfirmatiónin byrjar í kirkjuni og heldur síðan fram í tí heimliga. Tess vegna mæla undirritaðu staðiliga til, at tann sosiala samveran eftir sjálva konfirmatiónina verður avmarkað til eitt so lágt tal sum møguligt.
Frástøða, reinføri og nýtsla av spritti eru alneyðug.
Í hesi Covid-19 tíð eiga vit sum kirkja enn einaferð at kenna samfelagsliga ábyrgd saman við so mongum øðrum samkomum og felagsskapum.
Vit atliti at konfirmatiónini mæla vit til, at tann sosiala samveran og veitslan verða avmarkað til tey allar nærmastu.
Tórshavn 22. september 2020.
Anne Mette Greve Klemensen, virkandi dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur