Skriva út
Konfirmantar: - Prestur tosar so vit skilja hana
03.04.2014 Tíðindi
Í hesum døgum ganga nógv ungfólk til prest, og um páskirnar verða fleiri konfirmatiónir kring landið.
Eitt av teimum støðunum, har hesir ungdómarnir ganga til prest er í Hoyvíkar kirkju. Her er tað presturin Ann Dahl Hansen, sum stendur fyri upplæringini.
Tey byrjaðu at ganga til um hálvan januar, men konfirmastiónin er ikki fyrrenn í oktober.
Á hesum holdinum eru tey 35, ið er eitt rímiliga stórt tal av konfirmantum. Okkurt holdið hevur tó verið heilt uppiá 42.
- Vit hava lært nógv nýtt, siga fleiri av konfirmantunum, sum Portalurin hevur hitt.
FILMUR OG PIZZA
Ein týsmorgun í farna mánaði møttu tey sum vanligt í fermingarstovuni í Hoyvíkar kirkju.
Hesa løtuna var undirvísingin eitt sindur øðrvísi, tí her var millum annað ein filmur á skránni – De Sorte Kugler.
Møtt varð klokkan 8, og tá klokkan var farin at nærkast 09:10, var liðugt fyri í dag. Nú stóð trúarjáttanin og Faðirvár á skránni, áðrenn tey skuldu aftur í skúlan.
Í undirvísingini hava tey hoyrt søgur úr Bíbliuni, hava verið á konfirmantalegu í Nesvík, á pizza- og ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn, eins og tey hava lært um, hvussu ein gudstænasta er skipað.
Og her hava tey eisini tosað um, hvat ein prestur skal gera tá hann prædikar og undirvísir teimum.
- Vit halda, at okkara prestur, Ann, er ótrúliga góð. Hon dugir í øllum førum at tosa eitt mál sum vit skilja, siga fleiri av konfirmantunum.
Orð: Snorri Brend
Onnur tíðindi