Skriva út
Konfirmantar: - Nú eru tað vit sum siga ja
08.04.2014 Tíðindi
HOYVÍK: - Vit gleða okkum til konfirmasjónsdagin, - hóast hann altso ikki verður fyrrenn í oktober.
Tað siga tey bæði Beinta Ragnarsdóttir Dam og Jákup Petersen. Felags fyri tey er, at tey eru 13 ára gomul, búgva í Hoyvík og ganga í 7. flokki í Hoyvíkar skúla.
Tey hava eisini eitt annað í felag, og tað er at tey í løtuni ganga til undirvísing hjá presti, sum ein part av fyrireikingini til konfirmasjónina í Hoyvíkar kirkju.
Tey byrjaðu at ganga til um hálvan januar. Undirvísingin fer fram í Hoyvíkar kirkju hvønn týsmorgun.
- Hetta hevur verið ein áhugaverd tíð, og vit hava lært nógv nýtt úr Bíbliuni. Vit hava eisini lært trúarjáttanina og nógvar av nýggju sálmunum – bara fyri at nevna nakað, siga tey bæði við ein munn.
Tey eru 35 í holdinum, og er hetta eitt teimum størru holdunum av konfirmantum.
JÁTTA
Fyri undirvísingini stendur presturin Ann Dahl Hansen. Tað verður eisini hon, ið skal standa fyri konfirmasjónini sum verður 5. og 12. oktober í Hoyvíkar kirkju.
Tey bæði Beinta og Jákup eru, hóast sín unga aldur, rættiliga bevíst um, hvat endamálið er við eini konfirmasjón og hví júst tey brúka hálvan annan tíma hvønn týsmorgun til hesa undirvísingina.
- Vit skulu nú játta ta kristnu trúnna, eru tey bæði samd um, nú Portalurin er komin á gátt í kirkjuni.
Og Jákup leggur so vísiliga aftrat:
- Tá vit vórðu doypt, vóru tað onnur sum søgd ja fyri okkum. Nú eru tað vit sum siga ja til trúnna.
SIGNING
Undirvísingin byrjaði um hálvan januar, og verður í hesum umfari hildið á til hálvan mai.
Ann Dahl Hansen hevur lagt til rættis eina fjølbroytta og áhugaverda undirvísing, sum bæði fevnir um konfirmantalegu í Nesvík, pizzakvøld og filmar, eins og tey hava lært hvussu ein gudstænasta er uppbygd og sjálvandi við undirvísing úr Bíbliuni.
Henda eina týsmorgunin var filmurin ”De sorte kugler” á skránni, og endaði henda undirvísingin við at allir konfirmantarnir í felag søgdu fram trúarjáttanina.
- Tey hava verið sera íðin og hava lurtað eftir hvørjum orði, og hava tikið tað til sín.
- Tú sást tað sjálvur: Vit søgdu trúarjáttanina í felag, bóðu síðani Faðirvár og endaðu
undirvísingina við at signa okkum. Jú, eg haldi at tey eru ógvuliga fitt, sigur Ann Dahl Hansen.
Orð: Snorri Brend
Onnur tíðindi