Skriva út
Konfirmantar knýta vinabond
01.02.2016 Tíðindi
230 konfirmantar, 40 foreldur, 20 ungdómar og 10 sóknarprestar vóru á legu í Nesvík saman um fyrilestrar, sang, spøl, hugna og sera góðan mat.
Derhard Jógvansson, januar 2016
Vikuskiftið 29. og 30. januar var konfirmantlega í leguhúsinum í Nesvík. Sóknarprestar ymsastaðni úr landinum skipa fyri hesum legunum, sum eru tvær ferðir um árið.
Legan hesaferð man vera tann við flest konfirmantum hesi árini, hon hevur verið. Heilir
230 konfirmantar høvdu funnið sær vegin til Nesvíkar. Teir komu úr Suðri, av Sandoy, úr Vágunum, Norðstreymoy, Eysturoy og Suðurstreymoy. Tað snúði seg tí um at skipa skránna og leiðsluna væl. Við hjálp frá foreldrum hjá konfirmantunum og fleiri ungdómsleiðarum, eydnaðist tað sóknarprestunum at tryggja konfirmantunum eina góða legu.
Hóast veðrið ikki var av tí besta stóran part av tíðini, var ikki saknur á tiltøkum. Ja, fleiri konfirmantar hildu, at tað hendi ov nógv. Fyrra dagin møttu konfirmantarnir um nýggju tíðina, har teir fingu ein morgunmatarbita. So varð sungið og sagt frá, hvussu tað heila skuldi fara fram hesar dagarnar. Áðrenn døgurðan var andakt, har Sonja Klein segði frá Guds kærleika til okkara og hvussu stórt virði hvørt menniskja hevur. Síðani var døgurði, sum Sverri Steinhólm stóð fyri. Hann hevði góða hjálp frá foreldrum hjá konfirmantum, sum vóru framúr dugnalig til at taka sær av uppgávunum í køkinum.
Eftir døgurða opnaði kioskin. Og tað vísir seg altíð at vera tað stóra við legunum, sæð frá konfirmantsins sjónarhorni. Tey stóðu og bíðaðu leingi eftir at sleppa at diskinum at siga frá, hvat tey vildu keypa. Tað fyrsta, tey spurdu um eftir at kioskin var afturlatin, var: “Nær opnar kioskin aftur?”
Bjørg Mortensen hevði síðani fyrilestur um rúsdrekkamisnýtslu. Hon dugir sera væl at greiða frá sínum egna lívi og hvussu trupulleikar kunnu standast av misnýtslu av rúsdrekka. Konfirmantarnir høvdu ein hóp av spurningum til hennara um hetta.
Eftir spæl, film og nátturða hevði Ann Dahl Hansen fyrilestur um sjálvsvirði og sjálvsálit. Sera góður fyrilestur, áðrenn drekkamuður var og síðani sangur og undirhald, har Rógvi Dam fekk konfirmantarnar at flenna. Síðani skipaði Inga Poulsen Dam fyri spurnarkapping, áðrenn Havstein Klein hevði eina andakt. Nú var fyrri dagurin komin at enda og foreldur, sum skuldu vera náttarvaktir og vaktir á kømrunum, vóru komin til leguhúsið um midnátt. Tey fingu eina vegleiðing um, hvør teirra uppgáva var. Uttan hjálpina frá øllum hesum foreldrum, hevði legan ikki gingið so væl. Teirra leiklutur ger tað eitt spæl fyri prestarnar at skipa fyri.
Eisini var nógv á skránni seinna dagin og hildu konfirmantarnir, at legan gott kundi verið ein dag afturat, tá ið teir skuldu heim aftur klokkan sjey um kvøldið. Ein sera væl eydnað lega, nú konfirmantar um alt landið hava knýtt vinabond við javnaldrar sínar um alt landið, áðrenn teir konfirmerast seinni í ár.
Onnur tíðindi