Skriva út
KONFIRMANTAR GONGUTÚR TIL KIRKJUBØAR
17.03.2015 Tíðindi
Í GÓÐVEÐRINUM TÝSDAGIN GINGU KONFIRMANTAR Í SUÐURSTREYMOYAR VESTARA PRESTAGJALDI TÚR TIL KIRKJUBØAR TÝSDAGIN.
ORÐ OG MYND: DERHARD JÓGVANSSON
Børnini, sum skulu fermast í vár í Vesturkirkjuni, Argja kirkju og Kirkjubøar kirkju, eru við at nærkast endanum av hesum tíðarskeiðinum, har tey hava gingið til prest. Í heyst vóru tey til undirvísing hvønn týsmorgun í Vesturkirkjuni. Har lærdu tey um tíggju boðini, trúarorðini, faðirvár, dóp, altarborð og nógv annað. Hesi vóru eisini á legu í Nesvík saman við konfirmantum um alt landið í november mánaði.
Nú hittast tey so týsdagar seinnapartar, har serliga verður hugsað um gudstænastuna, tá ið tey skulu verða fermd. Dagurin nærkast og tey eru sera spent.
GONGUTÚRURIN
Veðrið hesa ársins tíð leggur ikki júst upp til tað, men týsdagin varð stig tikið til ein gongutúr til Kirkjubøar. Ímillum løturnar við vindi og regni gjørdust umstøðurnar framúr. Turt var og sólin skein. Umleið 50 konfirmantar vóru savnaðir í Havnardali klokkan 16.00 klárir at fara til gongu. So varð gingið, til steðgað varð við Reynsmúlalág, har ið tey hoyrdu eitt sindur um staðið og Føroya søgu. Síðani varð hildið fram og steðgað varð ikki, fyrr enn øll settust inni í Ólavskirkjuni, har tey hoyrdu eitt sindur um føroyska kirkjusøgu og um kirkjuna.
PITSA
Hesir gongutúrar er fastur táttur sum partur av undirvísingini í Suðurstreymoya Vestara Prestagjaldi. Tað er ikki altíð so stuttligt at sita inni í eini skúlastovu. Gott at uppliva undirvísingina á ein annan hátt eisini.
Men tað er eisini gott við eitt sindur av hugna. Tí fóru hesir 50 konfirmantarnir saman við prestunum eftir gongutúrin til Pitsa 67, har ongin helt sær burtur frá tí, ið borðreitt varð við.
Klokkan mundi vera yvir 20.00, áðrenn øll vóru farin heim.
KONFIRMATIÓNIN
Um stutta tíð standa hesi við altarringarnar í Vesturkirkjuni, Argja kirkju og Kirkjubøar kirkju, har tey fáa loyvi at játta sína kristnu trúgv.
Henda tíðin hevur verið sera gevandi fyri okkum prestar og konfirmantarnir hava upplivað nógv ymiskt og vónað verður, at teir allir eru glaðir fyri tíðina.
Onnur tíðindi