Skriva út

Konfirmantar anno 2017: - Vit mugu trúgva á Jesus

17.11.2017 Tíðindi
Konfirmantar anno 2017: - Vit mugu trúgva á Jesus

NESVÍK: Tað er ein øgilig suðan her í stóru forhøllini í Leguhúsinum. Tað er fríggjakvøld, og hesi ungu fólkini, ið øll hava tað til felags at tey ganga til prest, hava verið saman allan dagin. Og tað bæði hoyrist og sæst:
Í einum horni standa nøkur ungfólk og práta. Eina aðrastaðni sita enn fleiri og práta í góðu sofunum. Og inni í stóra salinum hoyrist eisini týðiliga og greitt, at her eru ungfólk savnaði. Nógv ungfólk úr ymsum heraðshornum í landinum.
Tey hava øll við spenningi sæð fram til hetta vikuskiftið, tá konfirmantalegan í Nesvík skuldi vera. Eitt er, at tey her kunnu vera saman við teimum sum tey ganga til prest við. Men her er eisini ein góður møguleiki at hitta onnur ung í teirra aldri, og ikki minst at hitta javnaldrar frá øðrum kirkjum, har konfirmasjón stendur á skránni.
- Jú, her er gott at vera, og stuttligt at vera saman við vinfólkunum – og sjálvandi eisini øllum hinum, siga fýra av komandi konfirmantunum úr høvuðsstaðnum – Ranja á Dunga, Maria Hvalsrætt, Halla á Lofti og Rannvá Lenvig.
Tær sótu hesa løtuna við eitt borð inni í stóra salinum og bíðaðu eftir, at næsta punkt á skránni skuldi byrja: Ein animasjóns-filmur um Martin Luther.
- Vit hava longu sæð spælifilmin um lívið hjá Luther. Hann var sera áhugaverdur og góður, men tað er altíð stuttligt at síggja ein film uppá henda mátan, siga tær.
- Tað er fínt at vera her í Nesvík. Her trívast vit væl!

- AT EG TRÚGVI Á JESUS
Eitt gamalt orðatak sigur, at ”Mangt broytist á mansins ævi”. Men tá talan er um undirvísingina av konfirmantum kundi ein lættliga umskriva hetta orðtakið til ”Mangt mennist á mansins ævi”.
Áður og mangstaðni var undirvísingin ofta skipað soleiðis, at presturin var hann ið hevði orðið; royndi at fáa tey ungu við í samtaluna, ella fáa tey at seta spurningar um evnið, ið var frammi. Men nýggjar tíðir krevja altso nýggjar siðir.
Soleiðis hevur eisini verið í undirvísingini av konfirmantunum. Prestur er sjálvandi tann, ið framvegis stýrir undirvísingini, men roynt verður í stóran mun eisini at draga onnur fólk við serligari vitan ella lívsroyndum inn í undirvísingina. Og eisini at bjóða teimum ungu á eina konfirmantalegu í Nesvík, bara fyri at nevna nakað.
Hetta var eisini gjørt í ár, tá konfirmantar og prestar settu hvørjum øðrum stevnu í Leguhúsinum dagarnar 10. og 11. november, sum sera hóskandi fall í samband við føðingardag Luthers, 10. november 1483.
Júst hetta, at 2017 er serstakt Luther-ár, hevur eisini sermerkt undirvísingina. Tey hava haraftrat lært um, hvussu kirkjan virkar; hvat Bíblian er og hvør skrivaði hana, og hvat tey ymisku liðini í gudstænastuni eita og merkja. Og týdningin av Gudi, Jesusi og Heilaga Andanum bar illa til at sleppa uttan um í hesum sambandi.
- Vit hava havt eina góða undirvísing, meðan vit hava gingið til prest. Tað er altíð gott at hoyra tað sum ein visti frammanundan, men eisini gott og stuttligt at læra okkurt nýtt, sigur ein av ungu gentunum.
- Fyri meg hevur tað nógv at siga, at eg nú sjálv kann siga og játta, at eg trúgvi á Jesus, sigur ein onnur.

LUTHER Á LØRIFTI

Hesar fýra genturnar - Ranja, Maria, Halla og Rannvá - hava longu lært nógv, hóast tær bert hava gingið til prest síðani í august mánaði.
Fyri tær er tað nú vorðið stórt og týdningarmikið at vita, hvat kristindómurin stendur fyri; um eitt so álvarsamt evni sum lív og deyða, og ikki minst hvønn týdning ið Jesus hevur fyri tann einstaka.
- Vit eru gott nokk ungar, men hava fingið at vita nógv um, hvat tað vil siga at trúgva á Jesus. Hóast vit vilja velja kristindómin og Jesus, so eru vit eisini greiðar yvir, at tað eru onnur sum ikki halda at hetta er nakað fyri tey.
- Og vit hava somuleiðis hoyrt um og sæð film um, hvussu onnur fólk hava sæð og upplivað Jesus persónliga. Jú, Jesus er so sanniliga ein veruleiki í dag, siga tær avgjørdar.
Samrøðan verður brádliga avbrotin, nú ljósið í stóra salinum verður sløkt og ein sær ikki fram fyri seg. Animasjónsfilmurin um Luther er nú á skránni. Seinni um kvøldið var kioskin opin, eins og tey fingu vitjan av tónleikaranum Magna Christiansen. Og klokkan 01.00 skuldu øll sova ...
Stuttligt at vera konfirmantur Anno Domini 2017!

(Á myndini: Ranja á Dunga, Rannvá Lenvig, Maria Hvalrætt og Halla á Lofti)

Orð/mynd: Snorri Brend