Skriva út

Konfirmantalega í Nólsoy 01.- 03. mars 2013

11.03.2013 Tíðindi
Konfirmantalega í Nólsoy 01.- 03. mars 2013

Hetta góðveðursvikuskiftið var skipað fyri sera væleydnaðari konfirmantalegu í Nólsoy við luttøku av konfirmantum úr Eysturoy, Norðstreymoy, Norðoyggjum og Suðuroy. Við teimum 7 prestunum og hjálparfólki mundi luttakaratalið tátta í eini 120, sum her fingu ógloymandi dagar og lívgandi minni.

Undirvíst var bæði í kirkju og skúla við viðkomandi frálærutilfari um kirkjuna, sakramentini, sálmar og sálmasang. Eisini vóru sýndir fram aktuellir filmar, og seinasta kvøldið var hugnakvøld við kveikjandi spurnarkapping. Tann eina seinnapartin var postarenning, har teir 7 prestarnir vóru settir hvør á sín post (onkrum kom til hugs at kalla hetta tiltak: apostlarenning!).

Borðreitt var í bygdarhúsinum, har høvi eisini beyðst at gista umframt í missións- sum avhaldshúsi. Í liggjandi góðveðrinum henda fyrsta vármánaðin var skipað fyri gongutúri niðan móti Høgoyggj, har støðgað var á at njóta forkunnuga útsýnið frá gamla sjórænaraskjólinum, Skipið kallað.

Dúgliga var tuskast og við sveittabrot runnið á fótbóltsvøllinum og jaligt og stuttligt kendist at vera saman við lívsfúsum og brosandi ungdómi, sum í skýming við roðandi og veðurbardum kjálkum turkaði sveittan av enni.

Morgun og kvøld var skipað fyri andakt í Nólsoyar kirkju, har eisini sjálv konfirmantalegan endaði við sunnudagsguðstænastu í meira enn fullsettari kirkju: Nýggi sóknarpresturin eystan Múla, Maria Jørðdal Niclasen prædikaði. Væl mundi hepnast við leguni, ikki var sørt, at ikki onkur var farin at ganga hond í hond, og tá ið farast skuldi heimaftur, var onkur konfirmantur, ið helt fyri, um vit ikki bara kundu longt leguna við einum degi ella so. Hetta bar tíverri ikki til á hesum sinni, men alt, ið hepnast væl, eins og dyrgir eftir meiri, so hvør veit: vónandi eina aðra ferð.....

Martin