Konfirmantagudstænastur fingið sera góða undirtøku
Bergur Debes Joensen hevur havt serligar gudstænastur fyri konfirmantar í bæði Argja kirkju og Vesturkirkjuni. Og tað er eydnast so mikið væl, at hann vísir ikki aftur, at henda mannagongd er komin fyri at vera – eisini eftir koronu.
Nú korona hevur broytt so nógv viðurskifti, ikki minst innan kirkjugátt, hevur verið neyðugt við nýhugsan og øðrvísi loysnum. Hetta ásannaði ein av sóknarprestunum í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, Bergur Debes Joensen, tá ið hann skuldi loysa ta avbjóðing, ið tað var at geva komandi konfirmantum høvi at koma í kirkju, meðan teir ganga til.
– Veruleikin hevur tíverri verið tann, at koronutilmælini hava forðað konfirmantunum at koma í kirkju, so teir kundu fáa tann partin við av undirvísingini, sum tað er at koma í kirkju. Um allir konfirmantarnir møttu, er ikki vist, at allir høvdu fingið pláss ein vanligan sunnumorgun, sigur Bergur.
– Loysnin gjørdist, at eg havi havt tvær konfirmantagudstænastur burturav, sum hava verið seinnapart sunnudag, tá ið kirkjan er tøk, tí gudstænasta og møguligar tænastur sum dópur og jarðarferðir eru fingnar frá hondini. Tað hevur riggað framúr væl, tí tey ungu hava verið ófør at møtt upp.
Einfaldari gudstænastu
Sjálvur sigur Bergur, at hann ikki kennir til annað enn at verða leiddur í kirkju frá barni av, so tað at fara í kirkju sunnumorgun er bara púra natúrligt. Men hann ásannar, at tað kanska ikki er so hjá øllum, men at konfirmatiónin er eitt upplagt høvi til at gera gudstænastuna til ein part av lívinum hjá teimum ungu – og kanska fyri lívið.
– Higartil hevur so ein gudstænasta verið í Argja kirkju og ein í Vesturkirkjuni. Hvussu tað verður við tí, velst sjálvandi um koronutilmælini og støðuna í landinum, men vit eru fús at fáa tað besta burturúr, tí konfirmantarnir er glaðir fyri henda leistin – kanska ikki minst, tí so fáa teir sovið nakrar tímar eyka sunnumorgun, sigur Bergur við einum lítlum skálkabrosi.
– Hugskotið við hesi gudstænastuni er, at hon skal vera einføld, so vit syngja lættari sangir og eg greiði frá prædikuni og teimum ymsu liðunum í gudstænastuni. Ætlanin er so eisini at inndraga konfirmantarnar meira í sjálva gudstænastuna, millum annað við at lesa tekstir og bønir, og eisini siga vit trúarjáttanina og biðja faðirvár í felag.
Eiga at halda fram
Hóast hesar serligu konfirmantagudstænasturnar eru komnar í lag, tí korona hevur broytt tær vanligu umstøðurnar, heldur Bergur Debes Joensen tað vera eitt hugskot, ið saktans kann gerast ein partur av konfirmantaundirvísingini í framtíðini eisini.
– Vit hava frammanundan mælt konfirmantunum til at koma í kirkju nakrar ferðir, meðan teir hava gingið til, so hetta er jú ikki so øgiliga nógv øðrvísi, enn tað hevur verið. Munurin er bara, at hetta eru gudstænastur fyri konfirmantarnar burturav, og at tær ikki eru um morgunin, men seinnapartin, sigur hann.
– Nú hava vit gjørt hetta sum eina roynd, og eg haldi, at tað hevur hepnast so mikið væl, at eg ikki havi hug at sleppa endanum her. Tað er upplagt at byggja víðari á hesar royndirnar, so vit kunnu gera okkara til, at ungdómurin fær kirkjuna og gudstænastuna inn undir húðina – eisini og kanska serliga, tá ið konfirmantiónin er farin aftur um bak.
Orð: Hilmar Jan Hansen