Skriva út
Kommunan má sjálv gjalda kirkjurentuna
16.10.2012 Tíðindi
NOREG: Heilt síðani 2005 hava norskar kommunur havt møguleika at søkja statin um afturgjald av rentuni, í sambandi við umvælingar av kirkjum.
Hetta hevur merkt, at staturin rindar renturnar á lánum, sum kommunan annars skuldi taka fyri at fíggja ætlanina. Men nú verður skipanin avtikin, og tað undrar sum vera man mong við áhuga í kirkjuligum spurningum.
Seinastu sjey árini hevur staturin latið henda rentustuðulin til í alt 789 kirkjur í 283 kommunum.
Men nú ið uppskotið til norsku fíggjarlógina fyri 2013 varð lagt fram sást, at henda skipanin er ikki til longur.
- Tá vit síggja stóra tørvin á viðlíkahaldi við norsku kirkjurnar, er tað nærum ótrúligt at stjórnin soleiðis forðar hesi íløguni í kirkjubygningar, sigur Geir Jørgen Bekkvold, sum situr í Stórtinginum fyri Kristeligt Folkeparti.
Uppskotið var eisini frammi í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012, men eftir at umboð fyri norsku kirkjuna høvdu mótmælt harðliga varð avgerðin broytt.
Kirkjumálaráðharrin, Rigmor Aasrud segði fyri júst einum ári síðani við norska blaðið Vårt Land, at tey vóru vitandi um at nógv ógjørd viðlíkahaldsarbeiði vóru í norsku kirkjuni.
Ein hevur tó kortini valt at strika hesa játtanina í uppskotinum fyri norsku fíggjarlógina komandi ár. Tað er tó lítið at ivast í, at fólk fara at mótmæla hesi avgerðini.
Onnur tíðindi