Skriva út

Kom við til Wittenberg!

22.01.2017 Tíðindi
Kom við til Wittenberg!

Í samband við, at tað í 2017 eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther festi tær 95 tesurnar á dyrnar í Slottskirkjuni í Wittenberg og soleiðis legði lunnar undir reformatiónina, verður skipað fyri túri til Wittenberg í døgunum 10. – 15. mai.

Tað er urguleikarin Símun Hammer, vegna kirkjuráðið í Gøtu, sum samskipar túrin. Símun hevur drúgvar royndir at skipa stór tiltøk.

Flogið verður beinleiðis við Atlantic Airways til og frá Leipzig í Týsklandi. Flogtúrurin tekur umleið tríggjar tímar. Hotellið, ið vit búgva á, er fýra stjørnað hotell í Leipzig.

Skipað verður fyri bólkaútferðum til tey kendu og áhugaverdu støðini í samband við reformatiónina.

Skipað verður fyri andakt um morgunin og, um møguligt, fyri onkrari hugnaløtu um kvøldarnar.

Samlaði prísurin verður kr. 7.500. Við í prísinum eru flogbillettir, útferðir, uppihald í dupultkamari við morgunmati og nátturða.

Seinasta freist fyri tilmelding er 30. januar. Best er, um tilmeldað verður á internetinum á hesi leinkju: http://fd8.formdesk.com/VRG/Wittenberg2017
Eisini er møguligt at ringja til Dagbjørt Ó. Hansen á 211076 ella Odvør Harryson á 254248/448713.

Vegna nevndina fyri túrin,
Ovi Brim, prestur