Kom! ‒ kirkjan bjóðar í føðingardag
Sunnudagin 9. juni er hvítusunnudagur. Føðingardagur hjá kirkju Harrans. Høgtíðin verður hildin til minnis um, at heilagi andin kom yvir lærusveinar Jesu, soleiðis sum sagt verður frá í Ápostlasøguni (2,1-13). Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey doyptu vóru í. Navnið hvítusunna vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Noregs, Føroya og Íslands
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Tað navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku londum, varð orðið, sum á donskum er ‘pinse’. Og tað kemur av grikska orðinum ‘pentekoste’, ið merkir 50. dagurin eftir páskir.
Høgtíðin, ápostlarnir komu saman á, var annars gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðinum. Men í kristnu kirkjuni fær høgtíðin so ein annan dám og týdning. Og tað er annars ikki so langt síðan, at ein í Føroyum kundi hoyra fólk ynskja ‘gleðiliga pinsafest’. Tað er burturlagt. Hinvegin verða fólk í hvítusunnusamkomuni ofta nevnd ‘pinsar’.
»Judas – ikki Iskariot – sigur við Jesus: Harri, hvussu ber tað til, at tú vilt opinbera teg fyri okkum og ikki fyri heiminum? Jesus svaraði og segði: Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg. Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum. Men talsmaðurin, heilagaði andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum – ikki eins og heimurin gevur. Hjørtu tykkara óttist ikki og ræðist ikki! Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg. Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent. Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, tí at høvdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki; men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin, og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!« (Jóhs. 14,22-31)
Andi Guds kemur til sjóndar á hvørji blaðsíðu Bíbliunnar. Á fyrstu blaðsíðu lesa vit: »Í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina. Og jørðin var oyðin og tóm, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guds andi lá á vøtnunum.« (1. Mós. 1,1-2.)
At andi Guds hvíldi yvir djúpunum hevði við sær, at ljósið tók at vella fram. Fuglar, fiskar og allur vøkstur varð til. Sum tað seinasta verður menniskjað skapt. Og Harrin var ikki nøgdur við at skapa eitt likam við ongum anda, tí í slíkum stjøli er talan um eitt lík. Hann gav likaminum lív og anda. »Tá myndaði Harrin Gud mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hansara, og soleiðis varð maður til livandi skepnu.« (1. Mós. 2,7.)
Frá hesi stund gjørdist menniskjað miðdepilin í øllum skaparverki Guds og í hansara ævinligu frelsuætlan.
Eins og Bíblian byrjar við anda Guds, soleiðis endar hon eisini við anda Guds. Á síðstu blaðsíðu Bíbliunnar stendur skrivað so yndisliga og kærleiksfult hitt seinasta tilboðið til menniskjað:
»Og andin og brúðurin siga: Kom! Og tann, sum hoyrir, sigi: Kom! Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!« (Jóhs. Opb. 22,17.)
Vitnisburður einans við andans mátti
Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey doyptu vóru í. Navnið hvítusunna vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Noregs, Føroya og Íslands.
Kristna kirkjan varð grundað í einum lærusveinabólki, sum fyrireikaði komu talsmansins, Harrin Kristus sendi frá faðirinum – sannleikans andi, sum vitnar um Kristus. Men eisini lærusveinarnir skulu vitna, og allir kirkjunnar tænarar í fótafari teirra. Í tí kirkjuliði, sum varð stovnsett henda fyrsta hvítusunnudag, sum er verk andans og samstundis verkstaður, og sum skal bera vitnisburðin um stóru gerðir Harrans.
Andin er ikki lutur, sum sveimar í leysari luft. »Hann tekur av mínum,« sigur Jesus. Og alt sítt leit hann kirkjuliðinum til, tá ið hann gav testamenti sítt við sakramentunum.
Men andans yrki er ikki avmarkað til vitnisburð okkara. Hann virkar hægri enn so og er leysur av okkum. Ikki so, at vit bara kunnu bera vitnisburðin av okkum sjálvum. Hann gerst einans vitnisburður við andans mátti.
Kirkjan, móðir okkara
Orðið »kirkja« nýta vit í ymsari merking. Partvís er talan um sjálvt húsið – bygningin – og partvís um hina kirkjuligu skipanina við biskupum, próstum, prestum, kirkjutænarum, kirkjuráðum o.s.fr. Men ikki minst í tí kirkjusiði, vit hava í landi okkara.
Upprunin til orðið »kirkja« er óvissur. Vanlig uppfatan hevur verið, at tað er sprottið úr grikska orðinum »kyriake«, ið merkir Hús Harrans. Men nú verður hildið, at orðið saktans kann vera runnið úr keltiska »kyrk«, sum merkið eitt lokað rúm.
Á okkara døgum verða orðini »kirkja« og »kirkjulið« nýtt í somu merking. Og vit hugsa um »hina heilagu almennu kirkjuna«, sum verður nevnd í triðju trúargrein; lutvíst um staðbundna kirkjuliðið. Í grikska frumtekstinum verður orðið »ekklesia« nýtt. Í Bíbliu okkara er orðið týtt bæði sum »kirkja« og »kirkjulið«, alt eftir hvørjum samanhangi tað stendur.
Øll kenna vit orð Cyprianusar úr Carthago (d. 258): »Extra ecclesiam nulla salus« ‒ eingin frelsa er uttan fyri kirkjuna. Onkur hvøkkur við, men í roynd sigur Luther hetta sama: »Uttan kristintrúgv er eingin frelsa ella fyrigeving, men ævig glatan.«
Men meining Luthers er ein onnur enn Cyprianusar. Luther talar ikki um kirkjulið. Cyprianus vísir við orðum sínum á ymsar tilvildarligar trúarbólkar, sum gingu og vasaðu á hansara døgum. Hjá teimum fanst eingin frelsa. Luther hugsar øðrvísi, sum vit t.d. eisini síggja í stóru lærubók hansara. Eisini har sigur Luther, at eingin frelsa er uttan fyri kristindómin. Og grundin er tann einfalda, at har ljóðar eingin gleðiboðskapur. Evangeliið er ikki til. Tað avgerandi er, at evangeliið sleppur framat.
Hvítusunnudagur er føðingardagur hjá kirkju okkara. Á hvítusunnu ljóða boðini um tað himmalska undurverk, tá ið eldur fell av himli niður á ápostlarnar og teir fóru at tala fremmand tungumál og óttaleysir at vitna um Harra sín – so djarvt, at trý túsund menniskju vórðu doypt henda sama dag og komu í samfelag teirra. Soleiðis minnast vit ta ungu kirkjuna, sum sigraði við alva sínum.
Nú eru skjótt liðin tvey túsund ár síðan hesa hending, so at nú tala vit um eina gamla kirkju, sum vit halda høgtíð fyri. Og enn livir hon í landi okkara, men nógvum stríði hevur hon staðið í og verið fyri nógvum roynslum og nóg ofta verið við undirlutan, tá ið um ráddi at vera súrdeiggj í mannalívinum.
Kirkjan er móðir okkara! Vit kenna fjálga arm hennara. Og vit hava nógv at takka henni fyri. Einki fingu vit av andligum ríkidømi uttan hesa gávu frá henni. Men gomul er hon, móðir okkara, og mong munnu í dagsins samfelagi hugsa sum so, at nú man skjótt vera úti við henni. Í summum londum kring okkum er hon langt síðan sett út fyri dyr. Í øðrum londum verður hon told, bert hon situr kúrr á bríkini. Onkustaðni halda tey kníggini vera so hoknað, at hon má styðjast higar og hagar.
Men vit elska okkara gomlu móður, tó at vit viðhvørt spyrja, bæði okkum sjálvi og onnur við: Man hon fara at hóra undan? Kunnu vit framvegis rokna við einum neista frá eldinum á fyrsta hvítusunnudegi, og sum framvegis kann halda lív í bálinum?
Hví skulu vit ikki rokna við tí? Jú, máttur andans býr í holdi móður okkara. Vit halda hvítusunnu fyri eini søguligari hending á sama hátt sum jól og páskir. Triði setningur í trúarjáttanini snýr seg um gerning andans eins og teir fyrru snúgva seg um gerningar faðirsins og sonarins.
Ein nýggjur dagur
Hendingin tann fyrsta hvítusunnudagin er ein greið staðfesting um, at andin floymdi niður yvir ápostlarnar. Og síðan við dópi. Trý túsund menniskju vórðu henda dagin doypt í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans.
Hetta er tann fyrsti kristni dópurin. Kirkja Harrans varð veruleiki og ein nýggjur dagur var risin upp við boðskapi teirra kristnu um frelsu við trúgv á Jesus Kristus. Ein boðskapur fyri alla mannaættina. Jødar sum heidningar. Og her standa vit framvegis.
Kom! Kirkjan býður okkum í føðingardag sín, at minnast okkara kristnu trúgv og hann, sum vit við dópinum eru gróðursett í. Ikki so at skilja, at vit í sjálvrættvísi hátíðarhalda okkara trúgv og halda okkumn vera so og so góð, men tað er andans gerning, vit eiga at fagna. Hann, sum gevur okkum mátt at útinna tann gerning, vit við egnum mátti ikki eru før fyri at fremja: Hoyra orð Guds og taka ímóti tí við vælvild og opnum sinni, í iðran og gleði, trúgva tí og liva eftir tí. Alt hetta er andans gerningur, ikki okkara.
Andin ger boðskapin í kirkjuni nýggjan og viðkomandi, hvørja ferð, hann ljóðar til okkara. Vit kunnu tí ikki annað enn takka og trúgva og taka við boðskapinum, tá hann ljóðar til okkara. Vit fáa eitt orð við okkum heimaftur og á lívsleiðini allari. Gud andar á prædikuna, so at hon gerst livandi og varandi og birtir lív í hjørtum okkara. Gud andar á okkum, so at vit verða livandi kristin í vón og kærleika. Hetta ger hann fyri okkum, tí at av sjálvum megna vit hetta ikki.
Tí er kirkjan, samfelag teirra kristnu, trúgvin á syndanna fyrigeving, vónin um uppreisn og ævigt lív andans gerningur. Jól, páskir og hvítusunna eru søguligar hendingar, men á hvítusunnu hátíðarhalda vit eisini dagsins hendingar, sum standast av andans nútíðar gerningi: kristna felagsskapin, trúnna og boðskapin.
Hetta er boðskapurin á hvítusunnu. At sanna hetta og geva Gudi heiðurin er okkara skylda. Hvítusunnuandin hjálpir okkum til tað.
Sum harðveður, o, Guð lat tú
tín halga anda floyma nú
út yvir heimsins meldur;
hann lat í okkum taka búgv
og stimbra vára veiku trúgv,
so eimur verður eldur;
tá skal altíð millum manna –
lond og granna –
semja valda,
burtur hvørvur hatrið kalda.
(Steingrím Niclasen: »Sum harðveður, tá ódn ber á«. SFK 228)
MYND
Sigmundur Brestisson boðar við útbreiddum ørmum kristni. »Andin og brúðurin siga: Kom! Og tann, sum hoyrir, sigi: Kom! Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!« (Jóhs. Opb. 22,17.) ‒ Standmynd eftir Hans Paula Olsen í lundini kring Vesturkirkjuna