Koltur: Fyrr lósu tey Brochmand – nú var tað Bjartalíð
Kolturs-bygd er broytt. Tíðin er broytt. Og menniskjan er broytt. Men boðskapurin í einum lestri er kortini hin sami í dag, sum hann var tað í 1750'unum. Um tað mundið lósu tey Brochmand og sungu Kingo-sálmar. Á páskum 2023 lósu tey lestur eftir Meinhard Bjartalíð og sungu annars teir kendu páskasálmarnar.
Deknagudstænasta
Hvussu einfalt kann tað einfalda gerast? Hvussu kann eitt slíkt einfeldni fáa eina berandi kjarnu? Og ber til at fáa nakað positivt burturúr hesi sameiningini?
Tað var júst hetta sum sermerkti løtuna, tá tað einfalda einfeldið og tann berandi kjarnan hittust, saman við góðum fólkum, á einum so forkunnugum staði sum úti í Koltri.
Meðan fólk kring allan heimin – og kring allar tær føroysku oyggjarnar – hittust til hátíðargudstænastur í teim vanligu kirkjunum, var eisini hildin gudstænasta í eini hugnaligari roykstovu Uppi í Búð sjálvan langafríggjadag.
Hesar páskirnar og henda dagin vóru Bjarnheðin í Hoyvík og Sigrún Halldórsdóttir Brend í oynni, saman við fleiri vinfólkum. Tey virkaðu sum eitt slag av uppsitarum, nú oyggjarvørðurin, sum tað eitur, var staddur í heimbygdini, Kirkjubø.
Avtalað var frammanundan at ein av gestunum, Elsa Jóhanna Høgenni skuldi lesa lesturin til langafríggjadag. At lesa lestur er henni ikki ókunnugt, tí hon er ein av deknunum í Havnar kirkju.
Um morgunin langafríggjadag var alt gjørt klárt til hesa serstøku deknagudstænastuna Uppi í Búð. Eitt minni tal av kirkjufólk var samankomið til tað, sum inngangsbønin sigur: At hoyra, hvat ið tú, Guð faðir, skapari mín, tú Harri Jesus, frelsari mín, tú góði heilagi andi, uggari mín í lívi og deyða, vilt við meg tala.
Einki orgulbrús til preludium og postludium. Tað syrgdu tvær vakrar kvinnurøddir fyri ístaðin
Byrjan og endi við sangi
Tá deknagudstænastan byrjaði var skilligt, at her var eingin tilvild til staðar. Frammanundan var ein drúgv og røtt skrá gjørd til gudstænastuna.
Klokka var eingin, men ístaðin fyri eitt elektriskt ljóðføri fekk kirkjufólkið eina serstaka uppliving at byrja gudstænastuna við og at enda hana við.
Inngangssálmurin var tann kendi krossarsálmurin – nr. 174 ”Heilur frelsari og Kristur” ørindini 1 til 4, og sum millumsálm sungu tey seinastu fimm ørindini. Lesturin úr Gamla Testamenti las Sigurd Lamhauge, og epistulin Hilmar Høgenni.
Undan lestrinum til langafríggjadag sungu tey sálmin nr. 190 ”Stíg seggur oman Golgata”, og so slapp Elsa Jóhanna framat at lesa lesturin, sum Meinhard Bjartalíð hevði skrivað til dagin.
Eftir lesturin sungu tey fyrst nr. 64 ”Jesus til várt sálargagn”, og so endaðu tey gudstænastuna við 5. og seinasta sálminum ”Mín Jesus lat mítt hjarta fá”.
Sum nevnt var einki ljóðføri á staðnum, men hetta var kortini eingin forðing fyri at nógvur ”tónleikur” var á skránni her í roykstovuni: Katarina Sigurdardóttir Lamhauge sang preludiumið, meðan systir hennara, Bjørk Sigurdardóttir Lamhauge var hon sum at enda sang postludiumið. Aftaná gudstænastuna var kirkjufólkið boðið til kirkjukaffi Norðuri í Gerði.
Um vit fara eini 150 ár aftur í tíðina – tað er: miðskeiðis í 1800-talinum – var eisini lestur lisin regluliga her í oynni.
Tey lósu tá teir nógv tiltiknu, longu, men kortini greiðu lestrarnar hjá danska biskupinum Jesper Brochmand, hvørs boðskapur hevði Jesu deyða á krossinum fyri okkum menniskju, sum sín høvuðsboðskap.
Í gamlari tíð var bønhús í Koltri
Frá katólskari tíð
Gjøgnum ár og dag er nógv skrivað um serstøku, lítlu og náttúruvøkru oynna Koltur, sum er næstminsta oyggj okkara, og er einans 2,5 ferkilometrar til støddar. Bert Lítla Dímun er minni.
Fólk hava búð í Koltri síðani víkingatíðina, og tá fólkatalið var uppá tað mesta, í tíðini millum báðar heimsbardagarnar, var tað omanfyri 40, býtt á fýra garðar. Talið er síðani minkað alsamt, og síðani 1994 hevur Bjørn Patursson verið oyggjarvørður í oynni. Íbúgvararnir hava sum nevnt verið fáir. Tá ein hugsar um kirkjulívið í oynni, so hava tey ikki soleiðis havt felags lestur ella tílíkar fastar kirkjuligar handlingar her, hóast bønhús í síni tíð stóð har millum húsini í katólskari tíð, siga keldur. Enn í dag ber eitt av húsunum í bygdini navnið Bønhúsið.
Hyggja vit ein annan veg, og leita í týdningarmestu kelduna fyri kristnu trúnna, Bíbliuna, síggja vit, at bønhús her verður brúkt sum eitt annað heiti fyri eitt gudshús. Á enskum máli brúka teir orðið ”house of prayer”, á norskum ”et bønnens hus” og á donskum ”bedehus”, og sum á norskum eisini verður sagt um eitt missiónshús.
Fara vit so til okkara egnu oyggjar, eru bønhús ikki eitt nýtt fyribrigdi her. Bæði í miðøldini og í katólskari tíð hava fleiri slík bønhús verið kring oyggjarnar, helst tí at vegurin til kirkjuna, sum tey annars hoyrdu undir, var ov drúgvur.
Sama er galdandi í dag, tí fleiri bønhús eru kring oyggjarnar, millum annað í Søldarfirði, á Hellunum og í Øravík.
Bjørn Patursson er, saman við konuni Lükku, savnsvørður í oynni. Her tekur hann ímóti ferðafólkum (Mynd: Jens Kristian Vang)
Morgun- og kvøldbønir
At einki bønhús er í Koltri, hevur ikki forðað fyri at bønir verða bidnar av teimum, sum búgva her.
Bjørn Patursson greiðir frá, at tey bæði í húsinum Norðuri í Gerði – hann og konan Lükka – hvør sær, tó havt sínar morgun- og kvøldbønir. Og hvønn morgun, tá tað ber til, hava tey lurtað eftir morgunlestrinum í útvarpinum og sunnudagar eftir gudstænastuni í sjónvarpinum.
Hinvegin, skuldi einhvør kirkjulig tænasta verða framd, so var leitað um Hestfjørð til kirkjuna í Kirkjubø, eins og koltursfólk gjørdu, áðrenn kirkjan í Hesti varð bygd í 1911.
Tá farið verður til bjarga, verður altíð sett ein løta av til bøn um Guds varðveitslu
- Sum bóndi havi eg haraftrat hildið fast um, at tá vit eru farnir til bjarga, so hava vit altíð, hvør í sínum lagi, biðið eina persónliga bøn um Guds varðveitslu, greiðir Bjørn frá.
Og hann leggur aftrat:
- Tað gera vit í roynd og veru enn tann dag í dag.
Mergjaður og eldhugaður sangur
Er nógv skrivað um sjálva oynna, so finst eisini annað, og ikki minni serstakt tilfar, tá talan er um tann andaliga partin av bygdarlívinum.
Her fara vit at taka eitt stutt brot úr bókini “Bygd mod blådybet” eftir Palla Dyreborg og Poul Jensen, har greitt verður frá, tá lestur var lisin í roykstovuni Niðri í Húsi.
Her verður greitt frá húsbóndanum Tummas Rasmusson, nevndur Gamli Tummas, sum var borin í heim fyri 200 árum síðani, nevniliga hin 7. juli í 1822.
Lestrarnir hjá danska prestinum Jesper Brochmand vóru góðir og uppbyggjandi, men munnu vera eins nógv kendir fyri sína longd
Sagt verður um Gamla Tummas, at hann var gudsóttandi maður og góður skipari tá føroyskur dansur var á skránni. Gamli Tummas virkaði somuleiðis sum tann umsorganarfulli deknurin, tá hann las lestrar, sum hann fann í bókini ”Huuspostille” hjá Jesper Brochmand (1585–1652) frá 1630-árunum.
Brochmands-lestrarnir eru her á landi millum annað kendir fyri ta drúgvu tíð – helst upp ímóti einum tíma – sum deknurin brúkti at lesa ein slíkan. Soleiðis var helst eisini, tá lestur var lisin í Koltri.
Greitt verður í øllum frá eini slíkari søgu í áðurnevndu bók. Lestrarnir vóru langir, og tí kom tað av og á fyri, at Gamli Tummas mátti fara útum eina løtu, at kasta sær av vatninum.
Í føroyskum heimum var nógv lisið í andakts- og lestrarbókini ”Huuspostille” hjá Jesper Brochmand frá 1630-árunum.
Sagt verður her, at ein av áhoyrarunum hevði fyri at sníkja seg upp og blaða fram í lestrinum, soleiðis at hann bleiv styttur nakað.
Millum upplesturin av bíbliuørindum, bønum og prædiku, sang lítla kirkjuliðið nakrar væl mergjaðar sangir av ongum øðrum enn danska sálmaskaldinum Thomas Kingo (1634-1703) úr sálmabókini – uttan ljóðføri men kortini eldhugað.
Tvey ella trý
Ein spurningur, sum ein helst kann kjakast leingi um, er, hvat eitt kirkjulið er, og um nakað tal er sett á, nær eitt kirkjulið kann kallast eitt kirkjulið, tá ein hugsar um tal av limum.
Hyggja vit í fyrstu bókina í Nýggja Testamenti, evangeli'ið hjá Matteusi, stendur skrivað soleiðis í kapittul 18 og 20. ørindi í Nýggja Sáttmálanum: ”Tí at har, sum tvey ella trý av tykkum hittast til at koma saman um trúnna á meg, har eri eg hjá staddur”.
Deknur henda dagin var Elsa Johanna Høgenni (uttast høgrumegin)
Hugsar ein um støðuna í Koltri henda dagin, og allar hinar halgidagarnar í einum kirkjuári, so er ikki spurningurin um TAL av fólki, HVØRJI tey vóru, og enn minni HVAÐANI tey vóru.
Hjá hesum fólkum, sum vóru farin ein túr út í oynna á páskum í ár, var endamálið hesa løtuna at KOMA SAMAN at hava eina heldur øðrvísi deknagudstænastu, enn ein er vanur við aðrastaðni kring oyggjarnar.
Eins og støðan var Niðri í Húsi fyri eini 150 árum síðani, var heldur einki ljóðføri til deknagudstænastuna Uppi í Búð. Kortini vóru páskasálmar sungnir, lestur lisin, preludium og postludium, og at enda kirkjukaffi. Hetta sama gjørdu tey forrestin eisini páskadag.
Hugnaligt í bóndans stovu ein langafríggjadag, nú lestur er á skránni
Tá gestirnir skuldu fara av oynni aftur seinni langafríggjadag, var ikki hugsingur hjá báti at leggja at í Koltri. Tey máttu tí steðga eina nátt í oynni.
Men hesum høvdu tey neyvan nakað ímóti!
Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Myndir: Privat