Skriva út
Kollfirðingar bjóða fólki í kirkju á náttartíð
27.11.2017 Tíðindi
- Ein slík Náttarkirkja í Kollafirði kann ein best lýsa sum eitt slag av andarúmi í einum annars hektiskum gerandisdegi.
Soleiðis sigur sóknarpresturin, Maria Jørðdal Niclasen sum er ein av fyriskiparunum av hesi serstøku gudstænastuni seint á kvøldi.
Henda Náttarkirkjan byrjar klokkan 21og varir í tveir tímar. Men eingin er noyddur at sita í samfullar tveir tímar í kirkjuni í Kollafirði.
- Nei, sigur Maria. - Samveran er leypandi, og tí er frítt hjá fólki at koma og fara. Men tað er tó komið fyri, at fólk hava sitið hesa løtuna bert fyri at njóta kvirruna sum er.
Hugskotið um hesa Náttarkirkjuna var borið fram av Eyð-Britt Tjaldrastein, og soleiðis var fyrsta Náttarkirkjan hildin 4. november í fjør. Næsta Náttarkirkjan verður fríggjakvøldið 1. desember.
- Eg haldi annars, at henda gamla og sera hugnaliga kirkjan í Kollafirði hóskar seg væl sum Náttarkirkja, leggur prestur aftrat.
TÓNLEIKUR OG BØN
At fara í kirkju so seint á kvøldi er ikki gerandiskostur her á landi, men tað hevur kortini ikki forðað kollfirðingum ella fólki aðrastaðni frá at leita sær higar.
Endamálið er í fyrstu syftu at hava kirkjuna opna, og ikki minst atkomiliga, í meiri enn ein tíma um vikuna ein sunnudag.
- Nei, menniskju eru ymisk, og tí kann hugsast, at tað er ymiskt, hvør formur er tiltalandi. Innihaldið er hitt sama, sum eigur at vera í eini kirkju, nevniliga at boða Kristus.
- Vit hava her valt ein einklan form, har eingin prædika er, men tónleikur og bøn. Hetta er kanska eitt sindur alternativt, men er ikki at skilja sum eitt alternativ til gudstænastuna sunnudag – kanska heldur sum eitt ískoyti til hesa, sigur Maria.
Og hon leggur aftrat:
- Hesin formur hevur riggað væl aðrar staðir, eitt nú í Danmark, so hví skuldi hann ikki riggað her í Føroyum?? Eg haldi, at vit nú kunnu siga, at hetta hevur riggað væl eisini her hjá okkum.
KLAGA TIL GUD
Náttarkirkjan í Kollafirði byrjar klokkan 21, við at friðarligur tónleikur verður spældur, samstundis sum ljósini á altarinum verða tendrað, eins og tey ljósini sum eru við endan á hvørjum beinki sær.
Tá klokkan er umleið 21:15 verður ein bøn biðin, og prestur bjóðar vælkomin og greiðir frá, hvørjar stasjónirnar eru, sum fólk kunnu ’vitja’.
- Vit hava havt eina slíka stasjón, har eitt ljós kann tendrast, og eina, har ein bøn kann skrivast. Haraftrat er ein stasjón, har ein klaga til Gud kann festast á ein kross.
- Allar hesar bønirnar, ið verða skrivaðar, verða samlaðar og síðani anonymiseraðar. Hetta endar so alt í eini felagsbøn sum verður biðin, áðrenn vit enda við at biðja Faðirvár saman, greiðir Maria Jørðdal Niclasen frá.
Við Náttarkirkjuna hava eisini verið fleiri framførslur. Millum onnur hava Bára Silvansdóttir og Holgar verið; Pauli Reinsert Poulsen hevur verið nakrar ferðir, og undir seinastu Náttarkirkjuni framførdi Rúni Eysturlíð.
- Eg haldi so avgjørt, at hetta hevur hóskað sera væl til samlaðu heildina, metir Maria.
UNG OG GOMUL
Hóast henda Náttarkirkjan verður hildin í Kollafjarðar kirkju, og vendir sær til bygdarfólkið, so leita eisini fólk aðrastaðni sær í kirkjuna.
- Vit hava verið frá 10 fólkum og upp í 35. Tað áhugaverda er, at tað eru bæði ung og gomul sum koma, vísir Maria á.
- Tey, sum hava verið, og sum eru komin við viðmerkingum, hava verið positiv. Og vit síggja eisini at fólk koma aftur, og tað kann nokk tulkast sum eitt gott tekin.
Næsta Náttarkirkjan verður fríggjakvøldið 1. desember og byrjar klokkan 21.
- Øll eru vælkomin, sigur Maria Jørðdal Niclasen at enda.
Orð: Snorri Brend
Fleiri myndir:
Onnur tíðindi