Skriva út

Klettur klovin fyri mær

24.08.2018 Tíðindi
Klettur klovin fyri mær

Í summar var heimsmeistara kapping í fótbólti. Kvøld um kvøld sótu fólk og fylgdu við. Kendu flestu nøvnini á leikarum og mettu um rætt varð dømt og ikki.

Fótbóltsleikarar eru kimiligir, hava væl trimmaðar leggir, allur heimurin hugdi eftir teimum.

Og teir duttu fyri eitt gott orð, venaðu seg, onkuntíð metti dómarin at teir veruliga fingu ilt og so varð ísur lagdur á og sproytað og onkuntíð vóru teir styðjaðir út av vøllinum og aðrartíðir varð buað eftir teimum, tí teir skapaðu sær.

Leikir, har spenningurin var í topp, menninir vóru keyptir fyri stórar peningaupphæddir og miðlar herheima og úti í heimi søgdu javnt og samt frá, hvussu støðan var í Moskva.

Men so við eitt frættust nýggj tíðindi, sum skelkaðu alt og øll.

Eitt fótbóltslið við stórum dreingjum var við venjara farið ein túr í nøkur helli undir jørð. Men monsunregnið brast á og teir vórðu fangaðir inni í myrkrinum.

Fýra kilometrar inni í hesari trongu og vandamiklu undirjarðisku verð, vórðu teir funnir, tá níggju dagar vóru gingnir.

Og vit øtaðust, hugsaðu um neyðars dreingir, neyðars foreldur og hvør kann hjálpa? Hvør kann megna at fáa teir út?

Og so fer rættiligur dramaleikur fram á hvørjum skíggja í heiminum.

Samstundis, sum vit síggja fótbóltsleikarar, sum kenna sítt virði liggja og rulla og vena seg á grønum vølli og skjóta mál og fegnast, so síggja vit menn og kvinnur koma úr heimsins heraðshornum, sum vilja vera við til at bjarga fótbóltsliðnum inni í hellinum.
 
Klók og djørv fólk, sum enntá settu lívið til, fóru inn í váta myrkrið og klók ráðalegging og dirvi gjørdu, at tey fingu øll út aftur livandi. Út í ljósið.

Leikir eru ymiskir. Men at síggja fámæltu kavararnar, sum megnaðu hetta avriksverk og so bara hvurvu aftur uttan at vit hoyrdu meira um teir, tað var sjáldsamt og hugtakandi at síggja.

So kann mann spyrja seg sjálvan, hví øll vóru á gosi, tá tíðindini um dreingirnar bórust ? Var tað tí at tað var so konkret, har sita dreingirnir, teir eita tað og tað og har sita teir.

Og hetta nam við næstan øll. ”Bara teir sleppa út, hevði onkur kunnað fingið teir livandi út”!

Og tað var tað, har var ein bjargingarætlan, sum helt !

Men hví verða við so ávirkað av hesum tilburðinum? Síggja vit eitt barn detta útí í Hoyvíkstjørn, so leypa vit aftaná fyri at fáa tað uppá turt aftur. Men hvussu við dagligu myndunum av flóttafólki í Miðalhavinum, sum drukna?

Hvussu við børnunum, sum verða dripin i Yemen? Vit kundu hildið á.

Er tað tað einkulta menniskja, sum vit síggja? Drukna øll í hópinum?

Ein stór bjargingarætlan var eina ferð sett í verk, Maðurin drap deyðan, so vit kunnu liva í ljósinum.

Hóast mannabørnini eru mong í tali, so eru vit ”kend við okkara navni”, eg og tú, og eins og tað hendi tá dreingirnir vórðu leiddur úr hellinum úti í ljósið, soleiðis er ”klettur klovin fyri mær og tær”.