Skriva út
Kirkjuvígsla, eina ella fleiri ferðir
06.09.2017 Tíðindi
Fyri fimmti árum síðan helt onkur tað vera æruskemmandi fyri Ólavskirkjuna í Kirkjubø at verða vígd á øðrum sinni
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Tá Ólavskirkjan í Kirkjubø sunnudagin 3. september 1967 varð endurvígd eftir umfatandi ábøtur og umbygging, varð tann spurningur ikki sjáldan havdur á lofti, um tað yvirhøvur bar til at víga eina kirkju, sum frammanundan var vígd.
Onkur bar hetta saman við eitt fólk, sum sleit við fólkakirkjuna og limaði seg inn í fríkirkju og har varð doypt av nýggjum. Slíkt var ikki talan um í hesum føri. Sóknarkirkjan í Kirkjubø var framvegis eina liður í almennu fólkakirkjuni. Hon var ikki farin á aðra kós, men tó endurvígd.
Í Dimmalætting týsdagin 19. mars 1968 verður um henda spurning skrivað soleiðis: »Onkur vil halda, at tað mátti kenst æruminkandi fyri Ólavskirkjuna at verða ‘vígd’ fyri aðruferð.«
Í Kirkjutíðindum nr. 4, apríl 1968 svarar Jákup Joensen, varabiskupur, hesum spurningi við at vísa á nakrar sannroyndir viðvíkjandi mannagongdini, tá kirkjur verða vígdar – ella sum í hesum føri, endurvígdar.
»Ja, væl er tað møguligt, at onkur hugsar sum so, at tá ið ein kirkja er vígd einaferð, so er tað gjørt til lítar, og skal ikki endurtakast. Men siður er, at kirkja, ið fær týðandi ábót verður endurvígd, serstakliga tá ið størri broytingar eru gjørdar innari í kóri. Hetta hevur verið siður her á landi, og hetta hevur eisini verið siður í Kirkjubø.«
Nær kirkjan í Kirkjubø er vígd fyrstu ferð, vita vit ikki, og nær hon varð vígd aðruferð, vita vit heldur ikki, men nær hon varð vígd næstseinastu ferð, vita vit. Tað var ikki sunnudagin 19. desember, sum ætlandi kundi verið ein halgidag, men mánadagin 20. desember 1874.
Undir kirkjuvígslu sigur biskupurin (ella prósturin hansara vegna): »Eg halgi hetta rúm. Vælsignaðir veri hesir veggir. Vælsignaður veri hesin prædikustólur. Vælsignaður veri hesin skírnarfuntur. Vælsignað veri hetta altarborð.«
Hava vit Ólavskirkjuna – sóknarkirkjuna í Kirkjubø – í huga, áðrenn hon varð endurvígd í sambandi við kirkjuvígsluritualið, er greitt, at saklig grund er undir hesum kirkjuliga siði – at endurvíga kirkjur í ávísum føri.
Í kirkjuni í Kirkjubø eru veggir og doypifuntur partvís nýggj, meðan hinir báðir partarnir, sum nevndir eru í kirkjuvígslurituálinum – prædikustólur og altarborð – eru heilt nýggj.
»Ein kann ivaleyst siga, at tað serstakliga eru hesir tríggir lutirnir – prædikustólur, doypifuntur og altarborð – ið gera eitt slíkt hús til eina kirkju. Tann kirkjuliga uppgávan er knýtt at hesum lutum,« sigur Jákup Joensen.
Við hesum í huga, verður lættari hjá okkum at skilja, at endurvígsla serliga eigur at verða, tá ið størri broytingar eru gjørdar í kórinum.
Hammershaimb endurvígir í 1874
Sum sagt, vita vit ikki, hvør vígdi Kirkjubøar kirkju á fyrsta sinni, men í 1874 vígdi V. U. Hammershaimb, próstur, hana. Hann sat tá á Nesi, og haðan skrivar hann 12. desember 1874 til Hannes Finsen amtmann og Johan Chr. B. Jacobsen sóknarprest í Suðurstreymoy, at hann hevur ásett vígsludagin í Kirkjubø til fjórða sunnudag í advent.
Hammershaimb sigur seg vóna, at amtmaðurin kann koma við, og til sóknarprestin, sum situr í Sandagerði, skrivar hann m.a.: »Ved Søndagsgudstjenesten straks efter Indvielsen vil De som Sognepræst have at holde en til Dagens Anledning afpasset Prædiken. – Sluttelig skulde jeg have Dem anmodet om at bekjendtgjøre i Kirkebø Sogns Bygder, naar Indvielsen skal finde Sted.«
Próstur er komin við skjútsi av Nesi til Havnar tíðliga sunnumorgunin 19. desember og ætlaði sær haðani við báti til Kirkjubøar. Men ikki viðraði. Hetta fæst at vita úr skjali, sum prósturin skrivaði í Havn henda sama dag. Skrivið er sent Jacobsen í Sandagerði og ljóðar soleiðis: »Paa Grund af stormende Vejr er Rejsen til Kirkeindvielsen i Kirkebø opsat til i Morgen tidlig præcis Kl. 8½ fra Kongebroen.«
Vit síggja her, at navnið Kongabrúgvin longu hevur fest seg. Á sumri hetta árið ‒ 1874 ‒ steig Kristian kongur IX á hesa brúgv, tá ið hann við fregattini »Jylland« dvøldi í Havn á veg til Íslands. Hann var fyrsti kongur, ið nakrantíð hevði verið í Føroyum. Í 1844 var Fríðrikur XII her sum krúnprinsur.
At tað hevur týdning, at Johan Chr. B. Jacobsen, sóknarprestur, er við próstinum til Kirkjubøar, skilst av hesum orðum í brævinum frá Hammershaimb:
»Som en forøvrigt overflødig Bemærkning skal jeg tilføje at Deres Velværdigheds Nærværelse ved Kirkens Indvielse er nødvendig, da De som Sognepræst skal modtage Kirken ved den højtidelige Overlevering, hvorved den overgives til Dem og Menigheden at tage i Brug.«
Mánadagin 20. desember viðraði at fara um Kirkjubønes og hvíthalgin undir Skorunum varð endurvígdur.
Onnur tíðindi