Skriva út

Kirkjutíðindi: Stórt serblað um Luther

21.03.2017 Tíðindi
Kirkjutíðindi: Stórt serblað um Luther

Í hesum døgum verða ikki færri enn tvær útgávur av Kirkjutíðindum givnar út.

Onnur útgávan líkist mest tí vanliga blaðnum, ið kemur út fýra ferðir úm árið. Á permuni er mynd av Sandavágs kirkju, sum kann halda sín 100 ára vígsludag seinni í vár.

Hin útgávan er eitt serblað um Martin Luther í sambandi við 500 ára jubileumið, ið verður hildið víða hvar í sambandi við reformatiónina ella siðaskiftið. Í ár eru liðin 500 ár síðan Martin Luther negldi teir 95 lærusetningar á hurðina á Slotskirkjuni í Wittenberg í Týsklandi, og hetta hátíðarhalda fólk í nógvum londum.

Tí hava Kirkjutíðindi eisini valt at gera eitt sindur burturúr hesum merkisári.

Fleiri greinir eru í blaðnum.

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað greinina “Martin Luther – miðaldarmunkurin og moderniteturin”.

Kinna Poulsen, listaummælari, hugleiðir í greinini “Eitt sindur um myndabann, kirkjur og list”.

David Johannesen, prestur, sum man vera ein okkara fremstu Luther-kennarum, og sum hevur týtt og skrivað nógv um Luther er umboðaður í Kirkjutíðindum við greinini “Trúbótin – mál og týdningur”.

Jóannes Fonsdal, prestur, greiðir frá “Sosialu miðlunum á døgum Luthers”.

Leif Hansen, cand.mag. og urguleikari, hevur skrivað greinina “Sálmasangurin kom fyrst”.

Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur hevur latið Kirkjutíðindum greinina “Luther og Trúbótin: Hvussu arvurin eftir Luther merkti móðarmálið?”.

Jákup Reinert Hansen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og prestur í mong ár, hevur skrivað greinina “Arvurin eftir Luther”.

Pól á Kletti, rithøvundur og blaðmaður, hevur latið úr hondum greinina “Setningarnir raktu beint”.

Harafturat hevur Inga Poulsen Dam, prestur, skrivað eina andakt við yvirskriftini “Luther”, og ritstjórin Theodor Eli Dam Olsen hugleiðir í oddagreinini um “Luther – frá Gutenberg til Zuckerberg”.

Í blaðnevndini fyri Kirkjutíðindi sita Hansina Brekkstein, Tummas Lauritsen, Bergtórur H. Bjarkhamar, Maria J. Niclasen og Theodor Eli Dam Olsen, ábyrgd.

Felagið fyri kirkjuráðslimir, hvørs formaður er Hans J. Lamhauge, Lamba, gevur Kirkjutíðindi út.

Kirkjutíðindi er gamalt blað, og varð fyrstu ferð givið út í 1891. Síðani hava glopp verið millum útgávurnar, men seinastu árini er blaðið komið út regluliga.

Kirkjutíðindi verða send haldarum og kirkjuráðslimum í Føroyum. Øll kunnu gerast haldarar. Tó er ætlanin, at serblaðið um Luther verður til selt í eitt nú bókahandlum kring landið.

Fyrispurningar eru longu komnir um flokssett av Luther-blaðnum, og hugsanin er eisini, at serblaðið um Luther skal brúkast bæði til heimalesnað og sum undirvísingartilfa