Skriva út
KIRKJUSIÐIR Í BYGD UTTAN KIRKJU
22.08.2016 Tíðindi
Hugleiðing v/ Marjun Lómaklett. Á Syðradali 9. juli 2016: Syðradalur 200 ár.
Tá vit nú øll standa her á Syðradali ein slíkan dag og hátíðarhalda, at tað eru 200 ár síðani, at forfedrar okkara búsettu seg her, - eftir at hava tikið avgerðina at flyta av Blankskála til Syðradals vegna ótryggleika og ótta fyri, at eitt skalvalop skuldi koma afturat, har bygdin ikki slapp so snikkaleys sum í 1809, sum av mannamunni sigst at vera 9. apríl - so eru tað nógvir áhugaverdir tankar og spurningar, ið renna mær í hug. M.a. hvussu hevur kirkjuliga siðvenjan verið fyri gott 200 árum síðani, serliga í hesi bygd, har eingin kirkja var ella er. Hvar, og hvat er vorðið lisið, tá tey hava sitið undir Guds orði? Og hvørjir hava siðirnir verið viðvíkjandi dópi, jarðarferðum, vígslum, o.s.fr.?
Leita vit okkum til Blankskála, so hevur bønhús staðið har, uppi sunnan fyri mataránna. Í katólsku tíðini var ikki óvanligt at bønhús var í bygd, har eingin kirkja var, tí tað kanska var ov langur vegur at fara til kirkjubygdina. Hóast einki er skrivað um bønhúsið á Blankskála, so var tað frá katólskari tíð, tí Føroyar verða kristnaðar – rómversk katólskt – um ár 1000. Hugsast kann at bønhúsið er frá áðrenn katólska tíð, tí sambært Føroya søgu, so eru írskir munkar í Føroyum í 820’unum. Við øðrum orðum keltiskur kristindómur. Tá hoyrdi Kalsoyggin til høvdingasetrið í Gøtu, og tað er væl hugsandi, at Tróndur hevur verið keltisk kristin og tá hevur sent munkar yvir á Blankskála at búseta seg, tí har var alt, ið teimum tørvaði: friður, avsíðis, góð viðurskifti til at velta og dyrka á sólsíðuni. Teir leitaðu sær út í einsemi – at biðja og arbeiða. Um so er, hevur óivað keltiskur missiónsbiskupur verið í Føroyum, og møguliga er tað haðani staðarnavnið í biskupsgarði í Froðba hevur sín uppruna. – Hetta er væl hugsandi, og tá hevur teimum tørvað bønhús. Um hetta er veruleikin, so eru fólk allarhelst vorðin jarðað við bønhúsið. - Bønhúsið hevur verið karmur um alt trúarlív teirra, sum búðu í bygdini. Har hava gudstænastur verið hildnar, og fólkið hevur verið savnað til bønarhald. Prestarnir, sum hava hildið gudstænastu av og á í bønhúsinum, eru vorðnir prestalærdir úr prestaskúlanum, ið var á biskupssetrinum í Kirkjubø. Bønhúsið hevur helst ikki verið nýtt eftir siðarskiftið.
Tað sigst, at maður er “jarðaður” á Blankskála, uppi sunnanvert húsini. Eingin veit at siga heilt við vissu hvar. Men helst hevur ikki viðrað at fara til Húsar ella Fuglafjarðar vegna illveður. Tá maðurin er vorðin jarðaður í bygdini, hevur prestur uttan iva kastað jørð á, tá hann næstu ferð er komin til Blankskála.
9. apríl 1809 var stórt skalvalop á Blankskála – og harvið lagnudagur fyri bygdina. – Tað var eitt Guds undur, at eingin doyði. At gera eina nýggja bygd kravdi nógv og hart arbeiði, fá vóru hjálparamboðini, so tey mugu hava verið bæði sterk, røsk og ágrýtin. Av Blankskála hava tey tikið alt við sær av leysum lutum og stórviðin, tey hava kunnað brúkt aftur eystanfyri. – Veruleikin er, at tað, ið ómakaleyst og lættast hevur verið at tikið við sær, er Bíblian, aðrar uppbyggiligar bøkur og harvið guðstrúnna.
Einki tekin er um, at kirkja nakrantíð hevur verið á Blankskála ella á Syðradali. Í slíkum bygdum hava kirkjusiðirnir verið eitt sindur øðrvísi enn í bygdum, har kirkja var. Og tá blankskálafólk vóru komin til Syðradals, hava kirkjusiðir, eins og aðrar siðvenjur tillagað seg nýggju umstøðunum eftir tørvi.
Hetta tíðarskeiðið hevur bert ein prestur verið til allar Norðoyggjar, og kirkjur vórðu á øllum seks oyggjunum. Prestur hevur sitið í Ónagerði á Viðareiði. Hetta merkir, at tá prestur hevur verið á Blankskála ella Syðradali, hevur hann havt prestaørindi. Ferðaviðurskiftini vóru sera trupul tá. Tað var bæði torført og vandamikið. Havast má í huga, at árabáturin var álitið. Eingin veðurforsøgn var, og mangan man veðrið hava verið illfýsið og hættisligt, serliga um vetrarhálvuna, og ikki var altíð gangandi bygdanna millum, hóast landfast var.
Tað var skylda hjá bygdarmonnunum at skjútsa prestin, tvs. at fara eftir honum í prestagarðin og fylgja honum aftur til hús. Í prestaleypinum hevði prestur bøkurnar, ið hann skuldi brúka og prestabúnan. Seinasti prestsbáturin, ið var nýttur í Norðoyggjum, var bygdur til prestakallið á Viðareiði uml. 1890. Báturin eitur “Dorothea, ið merkir “Guds gáva”. Í dag hongur báturin í Chrisianskirkjuni í Klaksvík.
Blankskálafólk og syðradalsfólk eru altíð farin til Húsar í kirkju. Húsar er elligomul kirkjubygd, - vit siga eisini heim til Húsar, ja enntá sigst, at Húsar er nevnd í skjølum í Róm. Sagt var, at “fara til messu”, tá fari varð í kirkju, og altargongd var. Tá eingin altargongd var, var “gudstænasta” ella kirkjugongd. Messuboð vórðu gjørd fríggjadag, sum messan skuldi vera sunnudag. Tá messuboð komu, vistu tey, sum “áttu messu”, at tey kundu byrja at fyrireika seg upp á ymiskar mátar. M.a. lótu tey seg í tað besta, tey áttu, altarsklæðini. Fastandi fóru tey í kirkju, tí so stóra virðing høvdu tey fyri hesum heilaga tiltaki. Ja, onkur av tykkum eldru her minnast uttan iva ommu og abba tykkara gera seg klár til “at fara til messu”. Tá tey vóru tilreiðar, fóru tey til gongu. Av Blankaskála hevur leiðin fyrst gingið norður í Blankskálalíð, upp um Húsaeið, og síðan oman í Húsa bygd. Har hildu tey so til í vertshúsinum, áðrenn tey fóru í kirkju. Gongutíðin mundi liggja um 1½ tíma.
Fyrr í tíðini høvdu øll blankskálahús og síðani syðradalshús eini vertshús á Húsum. Og merkti hetta, at har hildu tey til, tá tey vóru í bygdini. Vertshúsið var vanliga komið í lag við giftu og harvið familju- og ættarbondum. Men tó er ikki ómøguligt, at blankskálamenn onkuntíð hava róð um Leirvíksfjørð til Fuglafjarðar – ella til Viðareiðis – tá teimum hevur tørvað prest.
Á líknandi hátt hevði prestur altíð eini vertshús, tá hann kom út á bygd í Føroyum. Ofta var prestatilhaldið í onkrum bóndahúsi, tí tey vóru best fyri at geva presti gott innivist og uppihald. Sostatt hevur prestur allarhelst havt tilhald sítt í Kongsstovuni á Blankskála, eins og hann hevur hildið fast til á Dunganum á Syðradali. Hugsast kann, at prestur onkuntíð hevur gist á Syðradali í sambandi við, at messa var á Húsum, um hann hevur havt onnur ørindi í bygdini. Men prestur hevur neyvan gist á Blankskála í hesum sambandi, tí ov langt var millum bygda.
Fyrr í tíðini doyði fólk heima. Siðvenjan í samband við jarðarferð var – at kistan ikki altíð varð borin inn í kirkjuna. Í staðin fyri var líkið borið úr húsinum, og har var ein sálmur sungin. Síðani varð kistan borin beinleiðis í kirkjugarðin, og tá varð sungið allan vegin. Meðan kistan varð sett í grøvina, varð eitt ørindi sungið. Var prestur hjástaddur, kastaði hann jørð á. Í nógvum støðum fór líkfylgið aftaná inn í kirkjuna, har øll bóðu hvør í sínum lagi, tískil varð hetta kallað still bøn. Um so var, at líkið skuldi førast t.d. um ein fjørð, so var onnur siðvenja. Sagt varð farvæl við tann deyða, tá kistan var komin í bátin. Tá lagt var frá landi, róði báturin tríggjar ferðir runt við sólini, sum eitt síðsta farvæl. Blankskáli hevur ligið somikið avsíðis, at tað er sannlíkt, at lík í flestu førum er flutt í báti til Húsar. Um prestur hevur verið staddur á Húsum, hevur hann kastað jørð á. Annars næstu ferð, tá hann var í bygdini. Um veðrið hevur verið til vildar, er tó hugsandi, at prestur er komin til Syðradals bygd í samband við jarðarferð, tí teinurin til Húsar er stuttur. Allarhelst hava teir sungið Kingosálmar allan vegin av Syðradali, tá líkfylgið er farið til Húsar. Givist varð við at bera lík til Húsar seinast í 1950 árunum. Av og á vóru blankskálafólk jarðað í Fuglafirði, har tey høvdu serstakt pláss fyri seg.
Sum evangelisk-luthersk kirkja er dópurin í føroysku kirkjuni barnadópur, og tískil vóru øll børn í Føroyum doypt fram til stutt eftir 1900. Tað var ógvuliga umráðandi at fáa børnini doypt skjótast møguligt eftir, at tey vóru fødd. Tessvegna gjørdu tey gomlu nógv fyri at fáa tey doypt. Hetta hevði viðhvørt við sær, at gangast mátti upp um fjøll og farast um firðir til tess, at barnið kundi verða doypt. Onkuntíð vóru børnini ikki meira enn 1-2 dagar gomul. Somuleiðis løgdu tey nógv fyri við árabáti hóast veðurlíkindini. Ja, havi hoyrt um menn, ið hava róð av Kalsoynni til Viðareiðis, til prest. Eisini eru dømir um, at fólk eru farin – eisini langvegis - við heimadoyptum barni at fáa tað framstillað. Hetta ber boð um sterka gudstrúgv áður í tíðini, har tey settu alt sítt álit á Guð Harran, hin alvalda. Gudsótti teirra saman við pátrúgv av ymiskum slag hevur allarhelst eisini gjørt sítt til, at børnini skuldu doypast skjótast gjørligt. So trøll og huldufólk ikki skuldu ganda ella býta børnini um.
Konfirmatiónin verður innførd í 1736, sum ein fylgja av pietismuni, ein missiónsrørsla. Hetta til tess at tryggja sær, at børnini høvdu ognað sær persónliga trúgv og vitan um ta kristnu trúnna. Tískil varð tíðliga byrjað at læra tey uttanat eftir Luthers katekismus: Faðirvár, trúarorðini og boðini, langt áðrenn tey dugdu at lesa innan í bók. Upprunaliga fór øll undirvísing og innlæring fram í roykstovuni. Har vóru serliga tær bíbilsku vísurnar og katekismussangirnir sungnir, so børnini lættari skulu taka við barnalærdóminum. Alt hetta var á donskum, tí danskt var jú hitt heilaga málið. Sigast kann, at tað er katekisman, sum var grundstovnurin í tí, ið føroyingar trúðu, tí hon skuldi dugast fyri at verða konfirmeraður antin tað var Balle, Pontoppidan ella seinni Balslevs lærubók, og somuleiðis skuldi hon eisini dugast í samband við giftarmál. Tey flestu ynsktu bæði at sleppa fram og at giftast. Annars varð ein “frárikin”, sum tað kallaðist,
Til brúdleyp var prestur týðandi partur. Fyrst varð gingið í kirkjuna í skrúðgongu við presti og dekni á odda. Prestur var altíð fyrsti røðari til borðhaldið, og hann átti at dansa við í brúðardansinum. Í gomlum døgum var tað ikki óvanligt at prestur luttók í brúðardansinum í fullum ornati, tí brúðardansurin var sæddur at vera heilagur. Við týðandi leikluti prestsins var sostatt spenningurin stórur frá byrjan av, serliga á útoyggj, um veðrið nú fór at halda sær. Somu viðurskifti hava gjørt seg galdandi á Kalsoynni.
Kirkjugongd hoyrdi við til sunnudagshaldið. Um ikki varð farið í kirkju, skuldi ein sita inni, og heldur ikki sluppu børnini út at spæla í kirkjutíð. Gomul siðvenja var, at hvørt hús hevði sín fasta sess í kirkjuni. Á sama hátt við blankskálafólki og síðani syðradalsfólki, men júst hvønn bonk húsini hava havt í Húsa kirkju, veit eingin at siga við vissu í dag. Allarhelst hava tey havt onkrar av teimum aftastu sessunum ella sitið saman við vertsfólkunum.
Men í bygd, har eingin kirkja var, hoyrdi heimalestur við til sunnudagshaldið. Lisið hevur verið úr heilagu Bíbliuni, lestrarbókum, katekismuni, øðrum bønar- og uppbyggiligum bókum, og tey hava sungið. Sannlíkt er, at tað var húsbóndin ella tann, ið dugdi best at lesa, ið las fyri øllum húsfólkinum. Heimalesturin fór fram í roykstovuni. Har savnaðust øll, ung og gomul, alt tænastufólkið. Meðan felagsarbeiði fór fram, ja serliga tey myrku vetrarkvøldini, varð nógv tosað, sagt varð frá søgum og sagnum, og tey kvóðu bæði kvæðir og andaligar og verðsligar vísur, vórðu lærd uttanat. Roykstovan varð nýtt til øll høvi allar vikudagarnar, bæði arbeiði og hvílu.
Hartil var bæði morgun- og aftanbøn. Mál, mentan og skakandi tilburðir vóru havdir á lofti. Eisini var tað í roykstovuni, at føroyski dansurin fór fram, tá dansikvøld ella brúdleyp vóru.
Ásannast má í roynd og veru, at tað ikki hevur verið tann avkrókur í lívinum hjá tí gamla føroyinginum, har gudstrúgvin ikki hevur fylgt honum. – Hon umfevndi alt lívið og fylgdi teimum eisini í útiarbeiðinum við at sungið varð, tá ið farið varð í bjørgini, í grind og til útróðrar. Sungið varð, bæði tá ið farið var, og tá ið aftur varð komið. Eitt annað, sum lá djúpt í teimum eldru, var at signa seg á donskum - í navni “Gud fader, Gud søn og Gud hellig ånd” meðan ein krossur varð ristur yvir andlit ella bringu.
Samanumtikið má sigast, at eftir flytingina av Blankskála til Syðradals, hevur størsta broytingin uttan iva verið, at nú var styttri og lættari at fara til Húsar í kirkju. Kortini var tað so, at uttan mun til, um bústaðurin var á Blankskála ella Syðradali, so hava tey størsta partin av árinum sitið undir Guðs orði í roykstovuni, har heimalestur er farin fram.
Sera sannlíkt er, at tær elstu bøkurnar, ið funnar eru í húsum á Syðradali, stava heilt frá Blankskálatíðini. Eitt nú Kingosálmabókin, sum fekk alstóran týdning fyri trúarlív føroyinga. Sungið var seigliga og hátíðarliga. Mær er fortalt, at langabbi mín, Marius Vilhelmsen úr Inni í Húsi, ber orð fyri at hava verið framúr kingosangari. Harafturat eru funnin ein gomul Brochmand Huus-Postil, sum er kend fyri sínar tiltiknu longu lestrar, sum ikki vardu styttri enn 1 tíma hvør. Eisini kendir gudfrøðingar sum Hans Bagger, Heinrich Müller, Petter Dass og ein gomul Bíblia frá Fríðriki VI eru funnir. Gudstrúgvin og gudsóttin var stórur, og bøkurnar hava verið lættar at tikið við sær. Alt hetta ber boð um, at føroyingar als ikki hava verið so avsíðis og avbyrgdir í heilt gamlari tíð, sum mangan verður hildið. Tí lestnaðurin er eisini komin til bygdir, har eingin kirkja var ella er. Og bøkurnar, ið funnar eru samsvara væl við tíðarrákini í Danmørk og tað, ið annars er vorðið lisið kring oyggjarnar.
Sostatt hevur kristni lutherski samleikin livað og yvirlivað ígjøgnum roykstovumentanina í føroyska samfelagnum. – Greitt er, at tað hevur verið lisin og sungin fjøltáttaður lestur á Blankskála og Syðradali – í álvara og gaman – í gleði og sorg. Alt hetta Gudi til heiðurs og æru og til tess at kunna seg um trúnna.
Fari at enda við at ynskja Syðradali og øllum sum hava tilknýti higar, hjartaliga tillukku við hesum stóra hátíðardegi! - Tøkk fyri!
Onnur tíðindi