Skriva út

Kirkjurenning í Vági: Enda árið út frá Guds húsi

05.01.2018 Tíðindi
Kirkjurenning í Vági: Enda árið út frá Guds húsi

- Eg eri vanur at renna kapp. Og jú, - mær dámar sera væl at kappast ímóti øðrum rennarum. Men at luttaka í Kirkjurenningini í Vági nýggjársaftan, tað var ein heilt serlig uppliving!
Tað sigur 18 ára gamli rennarin Gunnar Eihilt Sivertsen úr Norðdepli. Hann hevur luttikið í mongum ymiskum rennikappingum bæði í Føroyum og aðrastaðni, men nýggjársaftan fekk hann enn eitt upplivilsi í renni-karrieru síni.
Henda dagin varð, eins og so mangar ferðir áður, skipaði rørslufelagið ”Hvistan” fyri teirri serstøku kirkjurenningini, sum er millum kirkjuna í Vági og hana í Porkeri.
Aðrastaðni kring oyggjarnar hevur ein líknandi rennisiðir, og tykist tað sum um, at rennarum og øðrum dáma væl slíkar avbjóðingar.
- Vit vóru í Vági á nýggjárinum og vitjaðu familju. Eg fekk tá, mestsum av tilvild at vita um hesa afturvendandi kirkjurenningina í býnum. Og eg meldaði meg sjálvandi til.
Fyrrapartin henda dagin møttust allir rennararnir við kirkjuna í Vági, og løgdu til brots móti kirkjuni í Porkeri. Har var rættiliga hált at renna, men tað gekk við einum góðum vilja.
- Tað var faktist ”ekstremt deiligt” at renna allar hesar 8 kilometrarnar, slær ungi rennarin úr Norðdepli fast.

STÓR UNDIRTØKA
Hugskotið at hava eina slíka kirkjurenning í Suðuroy kom frá Finn Johannesen, sum er ættaður úr Klaksvík, men hevur búð í Vági seinastu mongu árini.
- Ja, tað byrjaði í roynd og veru við einum rennitúri, sum eg sjálvur ætlaði at gera henda ársins seinasta dag. Eg segði øðrum frá – ja, og soleiðis byrjaði altso kirkjurenningin í Vági fyri átta árum síðani, greiðir Finn frá.
- Mær hevur dámað væl at runnið, og tá eg soleiðis hevði hug at fáa eina fríska byrja upp á ein ofta drúgvan dag - nýggjársaftan - so helt eg tað vera frálíkt við hesum túrinum.
Seinni fór Nýggjársnevndin at bjóða til morgunmat eftir sjálva renningina, og gjørdist tiltakið hjá rørslufelagnum ”Hvistan” tá sera væl umtókt við vaksandi tali av rennarum.
- Í ár vóru vit væl omanfyri 50 rennarar. Og tað haldi eg er eitt sera stórt tal, sigur Finn Johannesen. Onkutíð hava tey verið út ímóti 70 rennarum.

”FAÐIR, FYLG MÆR HENDA DAG”
Millum ár og dag verður skipað fyri mongum ymiskum rennitiltøkum kring oyggjarnar – summi til gamans, meðan onnur eru merkt av álvarsemi, tíðtakan og heiðursmerkjum.
At skipa fyri einari Kirkjurenning er eitt tiltak, sum upp á mangar mátar er heldur øðrvísi.
- Í mínum hugaheimi liggur nakað symbolskt í tí at vit byrja uppá nakað, og at vit enda tað. Tí er tankin við hesi kirkjurenningini her, at vit enda – ella byrja, um ein heldur vil tað – árið við Guds hús og út frá Guds húsi.
- Men eg havi frá byrjan av hugsað soleiðis, at fólk kunnu sjálvi leggja nakað persónligt í hetta. Mín uppgáva var so bara at skapa grundarlag fyri eini slíkari djúphugsan, sigur Finn, sum saman við rennarunum sang sálmaørindið ”Faðir fylg mær henda dag” við høvið.
Og hann leggur aftrat:
- Eg haldi, at hetta var eitt hóskandi ørindi at enda 2017 við, og við gleði at fara undir 2018!

EIN SERLIG UPPLIVING
Rennari okkara úr Norðdepli, Gunnar Eihilt Sivertsen er sera fegin um hesa kirkjurenningina, sum hann fullførdi saman við 50 øðrum.
- Nei, man angrar ongatíð at man er við í eini slíkari renning, slær hann fast.
Hann hevur áður runnið úr Kunoy til Klaksvíkar saman við hinum rennarunum úr Treystinum í Klaksvík, so tað var ikki ókent fyri hann at renna høgtíðsdagar. Renningin í Norðoyggjum er nevniliga á morgni jólaaftan.
- Jú, tað er nakað heilt serligt at renna slíkar høgtíðsdagar, slær hann fast.
Og hann endar samrøðuna soleiðis:
- Um tað liggur fyri eina aðru ferð, so fari eg heilt sikkurt at luttaka aftur við Kirkjurenningina í Suðuroy.

Tekstur: Snorri Brend

- Tað er nakað heilt serligt at renna høgtíðsdagar. sigur Gunnar Eihilt Sivertsen (innfeldur í myndina), sum luttók í Kirkjurenningini 2017 í Vági.