Skriva út
Kirkjurásðval týsdagin 7. november
12.01.2017 Tíðindi
Fólkakirkjan er í bygnaði fólkaræðisliga skipað. Fjórða hvørt ár er kirkjuráðsval. Henda skipanin er góð og tryggjar, at limir fólkakirkjunnar hava møguleikan bæði at virka í og ávirka tað kirkjuliga landslagið.
Fólkakirkjan er ein kirkja við limum, har dópurin veitir limaskap. Fólk, ið eru doypt við kristnum dópi í eini aðrari kirkju ella samkomu, kunnu gerast limir í fólkakirkjuni við upptøku og samtalu við sóknarprestin.
Biskupur metir tað skilagott, at øll, ið hava eina meining um fólkakirkjuni, gera ávirkan sína galdandi. Um vit eru óvirkin, gagnar tað ikki, at vit eftir eitt kirkjuráðsval vita betur og siga, at tað átti at verið øðrvísi. Nýta vit ikki møguleikan at velja og virka, ja so avskriva vit okkum møguleikan at ávirka.
Tíbetur er hugurin til tað kirkjuliga arbeiðið góður. Biskupur takkar hjartaliga teimum sitandi kirkjuráðslimunum fyri ágrýtni og trúfesti í tænastuni. Men, fólkaræðið leggur upp til, at øll í útgangsstøði hava møguleikan at gera síni sjónarmið galdandi. Tað er uppgávan hjá biskupi at vísa á henda møguleikan og hesa skipan.
Ígjøgnum árið fara smærri stubbar at koma á heimasíðuna hjá fólkakirkjuni, ið lýsa arbeiðsuppgávurnar hjá kirkjuráðunum. Nú um 20. dag jóla verður einans fráboðað at kirkjuráðsval verður týsdagin 7. november 2017.
JF
Onnur tíðindi