Kirkjuráðsvalið: - Vit eru góð við kirkjuna
Hóast tað ikki hevur verið stórvegis valstríð kring landið til kirkjuráðsvalið í dag, so eru tað kortini fleiri, sum bíða spent eftir úrslitinum í kvøld.
Íalt eru 238 fólk at velja millum, og tí er hetta ein góður møguleiki at brúka sín demokratiska rætt at velja umboð í staðbundnu kirkjuráðini.
Ilt er sjálvandi at meta um valluttøkuna, sum er minni enn, tá til dømis løgtingsval verður hildið. Lítil ivi man vera um, at koronu-støðan onkursvegna fer at hava ávirkan á valluttøkuna.
Onkustaðni kunnu omanfyri 40 prosent av teimum, sum hava valrætt, greiða atkvøðu til eitt kirkjuráðsval. Men stóri spurningurin er, hvussu nógv fara at gera brúk av hesum møguleikanum í dag.
Valhølini lótu upp kl 10 í morgun, og úr einum teirra, Klaksvík, har valstaðið er í kjallaranum í Christianskirkjuni, verður sagt, at fleiri fólk nærum stóðu og bíðaðu at kunna greiða atkvøðu, tá dyrnar lótu upp tá!
Á øðrum valstøðum vóru fleiri og greiddu atkvøðu í døgurðatímanum, eins og vanligt er við onnur val.
- Vit eru góð við kirkjuna, og tí fara vit sjálvandi á val, tá møguleikin býðst okkum, sigur ein veljari, sum júst hevði greitt atkvøðu.
- Her hendir nógv, og vit hava ein góðan prest!
Á Eiði, fyri at taka eitt annað dømi, væntaðu tey fleiri fólk á val, tá tey komu heim frá arbeiði eftir klokkan 16. Valstaðið har er í kjallaranum í missiónshúsinum Karmel.
Tey, ið valstýrinum við Gøtu kirkju, høvdu ikki so nógv at gera eina løtu í døgurðatímanum, tá myndamaðurin vitjaði her í hesum stásiliga kirkjubygningi, sum helst man teljast millum vakrastu valstøð í landinum ( sí mynd).
Valhølini, sum eru á so ymiskum støðum, sum til dømis kirkjur, missiónshús, kommunuskrivstova, skótahøli, býarsavn, kirkjukjallari og kirkjuhús, lata aftur í kvøld klokkan 20.
Orð/mynd: Snorri Brend.