Skriva út

Kirkjuráðsvalið og tey ungu

28.03.2013 Tíðindi
Kirkjuráðsvalið og tey ungu

Vit eiga ein góðan ungdóm, evnaríkan og virknan. Vit droyma dreymar, ljósar blíðar dreymar fyri børnum og ungdómi okkara. Dreymar eru góðir, og tað er neyðugt at hava eina visjón. Tí uttan visjón sovna vit spakuliga, og afturstig kunnu standa í durunum.

Samfelagið byggir skúlar og skapar karmar til frítíðarvirksemi. Hetta er neyðugt, sjálvt um vit mangan hoyra spurningin: Hvat útbúgva vit tey ungu til? Tað er einki hjá teimum at gera, ið fara uttanlands at nema sær kunnleika! Tað er einki at koma aftur til!

Hvussu við kirkjuni. Hava vit nøkur tilboð? Eru tilboðini, ið kirkjan setur á skrá og bjóðar, nøktandi fyri tey ungu? Vit kunnu hugsa um læruna, gudstænastur, lættari átøk og sosiala samveru. Er nakað fyri tey ungu?

Greinskrivarin er farin um tey fimmti og tess vegna ov gamal at svara settu spurningum. Tó loyvi eg mær at minna á, at næstan altíð eru tað vit tilkomnu, ið svara, tí tey flestu kirkjuráðini eru mannað við tilkomnum fólki.

Biskupur metir tað skilagott, at vit – har tað er møguligt – velja nøkur yngri fólk inn í kirkjuráðið saman við teim tilkomnu og eldru. Ikki einans vegna tess at tey eru ung, - men vegna tess, at kirkjan við fólkaræði og skipan kann koma nærri teimum ungu.

Hugsa vit um málburð, tónleik og samveru, so vita vit frá støðuni heima við hús, at tað er ein ávísur munur á yngri og eldri. Svá hevur altíð verið, og tað er í lagi, at so er.

Men nakrar løtur eru, har alt húskið er savnað. Tað er lívsneyðugt og gagnligt, at bæði yngri og eldri saman seta dagsskránna. Ein góð máltíð, har familjan situr rundan um borðið. Hesar løturnar binda familjuna saman og ríka tilveruna. Við døgurðaborðið flyta vit okkum eitt sindur í huga og sinni. Fáa at vita, hvat vit hvør í sínum lagi gera og hugsa.

Ein kirkjuráðsfundur minnir nakað um eitt døgurðaborð. Um eingin ungur er á fundi, ja so er tað ivasamt, um kunnleikin til ungdómin er nóg neyvur og sakligur. Ung tosa best til ung, tosa best um áhugamál teirra ungu.

Kirkjan hevur eitt gott innihald og ein góðan boðskap. Orðið um Jesus og tað menniskjansliga, hesi bæði eru kirkjunnar vørumerki. Kirkjuni tørvar fleiri ung í ráðum og nevndum, har avgerðirnar vera tiknar. Annars er vandi fyri, at vit tilkomnu burturav og einvíst føra okkara sjónarmið fram. Hugaligari er tað, um tey ungu sjálvi kunnu siga okkum í leiðslu kirkjunnar, hvat ungdómurin hugsar.

Tit ungu yvir 18 ár. Vælkomin saman við teim tilkomnu og eldru at mynda gerandisdagin í fólkakirkjuni. Vælkomin at stilla upp til kirkjuráðsvalið og gott val!

JF.