Skriva út

Kirkjuráðsvalið og tey eldru

06.04.2017 Tíðindi
Kirkjuráðsvalið og tey eldru

Sum áður fráboðað verður kirkjuráðsval týsdagin 7. november 2017. Í kirkjusóknum við 500 limum í fólkakirkjuni skal verða val, sjálvt um einans ein listi kemur inn.

Mangan hoyrist millum manna, á fundum og í samkomum, at vit mega fáa tey ungu inn í kirkjuráðini. Satt er tað, at javnvágin millum ættarliðini er frísk og gagnlig. Gott er tað, um allir aldursbólkar eru umboðaðir.

Undirritaði hevur tosað um hesi viðurskiftini tey seinastu nógvu árini. Mær tykir, at viðhvørt fær orðaskiftið eina slagsíðu, ið møguliga órógvar tey eldru fyri ikki at siga tey gomlu.

Í einum framkomnum samfelag, har tey eldru gerast fleiri og fleiri, er tað týdningarmikið, at tey eldru eru væl umboðað eisini í kirkjuráðnum.

Fólkakirkjan eigur at hava ein tilvitaðan og virknan eldra politikk. Tað bragdar á fleiri støðum. Nevni sum eitt jaligt dømi Christianskirkjuna í Klaksvík, har tað í fleiri vetrar hevur verið skipað fyri eldraløtum nakrar fríggjadagar seinrapart í vetrarhálvuni. Evnini hava verið ymisk og fevnt víða. T.d. hava sálarfrøðingar, aðrir frøðingar og góð frásøgufólk greitt frá teirra lívi og lívsroyndum. Uppmøtingini til hesi tiltøk hevur verið avbera góð.

Tey eldru er ein týdningarmikil partur av samfelagnum og fólkakirkjuni. So biskupur vónar, at fleiri eldri fólk taka eitt tørn afturat og stilla upp til valið. Samstundis takkar undirritaði tí eldra ættarliðinum fyri trúgva tænastu í eitt langt áramál.

Leiðslan í Fólkakirkjuni ynskir, at eldra ættarliðið skal kenna seg væl, ja kenna seg sera væl.

Eyðvitað er ungdómurin framtíðin, men tey miðal aldrandi og eldru eru kirkjunnar kjølfesti. Tey eldru eru staðbundin, meðan tey flestu ungu – av góðum og natúrligum ávum – flyta bústað nakrar ferðir t.d. skúli, lærupláss og búseting.

Við árunum koma lívsroyndir og vísdómur, og júst hetta er lívsneyðugt hjá eini kirkju, ið er meira enn dagurin í dag.

JF