Skriva út

Kirkjuráðsvalið og Jesus

05.04.2013 Tíðindi
Kirkjuráðsvalið og Jesus

Tann gamla fatanin, ið lá á ljóði tey fyrstu árini, ið undirritaði var prestur, var, at sóknarpresturin tók sær av innihaldinum í kirkjuni, meðan kirkjuráðið hevði karmarnar um hendi. Arbeiðsbýtið var greitt, og fáur hugsaði stórvegis um møguleikan, at prestur og kirkjuráðið tilvitað og skipað kunnu samstarva um innihaldið í kirkjuni. Kirkjuráðið var hóast sín kallandi myndugleika eitt ráð, ið gjørdi eina tænastuna, sum minnir um tænastuna hjá einum húsavørði.

Tað, ið sagt er omanfyri, er einast rætt við nærri greining. Ásannað verður, at kirkjusøgan veit um nógv góð felags avrik, har sóknarpresturin og kirkjuráðið / kirkjuliðið í felag mentu kirkjulívið og einstøk verklig átøk.

Í dag er hugsanin væl øðrvísi. Bæði í tí heimliga og londunum rundan um okkum verður tosað um samstarv, toymi og felags avrik. Fáur er stórvegis einsamallur, og eingin einstaklingur kann byggja kirkju, um tað er um kirkju sum lív, menning og vøkstur hugsað verður um.

Kirkjulóggávan heimilar kirkjuráðunum at fara til verka, eisini tá talan er um innihaldið í kirkjuni. Í stuttum kunnu vit siga, at hámessan er økið hjá presti burturav, meðan allar aðrar tíðir og dagar hevur kirkjuráðið møguleikan at seta dagsskránna og skipa fyri átøkum, konsertum, fyrilestrum, sunnudagsskúla og gudstænastum.

Talan er um eitt ábyrgdarøki, ið heldur staðfestur ábyrgdina enn arbeiðsbýtið. Eyðvitað er samstarv og samskifti neyðugt. Skulu vit nevna ábyrgdina, so mega vit staðfesta, at sóknarpresturin er hirði kirkjuliðsins og hevur ta ábyrgd, ið hirðatænastan fevnir um: prædiku, læru, sakramentir og sálar røkt. Á sama hátt hevur kirkjuráðið evstu ábyrgd av bygninginum og fíggjarmálum.

Kirkjuráðið hevur sum høvuðsendamál at skapa góðar umstøður og karmar, so Jesu navn fær bestu rúmd og sømdir.

Kirkjan hevur tvinni høvuðsendamál:
1) At boðað gleðiboðskapin um Jesus í orði, sakramentum og verki.
2) At fara væl við menniskjum og vera góð við medmenniskjað.
Soleiðis sæð er tað hóskiligt, at kirkjuráðslimir seta sær sjálvum spurningin: Hvussu kunnu vit á bestan hátt prædika Jesus fyri okkara samtíð?

Spurningurin er viðkomandi og neyðugur. Týdningarmikið er tað, at orðið um Jesus møtir fólkinum í tíð, rúmi og stað. Um vit ikki skilja tíðina, er tað torført at prædika inn í tíðina. Prædika vit ikki inn í tíðina, so kann tað henda, at gleðiboðskapurin ikki til fulnar gagnar samtíðini.

Møguleikin fyri vøkstri, menning og vælveru er góður, um tað eydnast presti og kirkjuráðnum at samskifta um samskiftisháttin, ið kirkjan nýtir í síni boðan.

Sjálvt um kirkjuráðið ikki hevur høvuðsábyrgd av prædiku og boðan, so er trúgv hins einstaka virðismikil. Góð hugskot, umsorgan og ein bøtandi hond gagna væl í góðum kristnum anda.

Í øllum kirkjuligum verki er eitt meira neyðugt enn alt annað. Tað er at geva Jesusi gætur, tæna honum við at tæna øðrum og hava Jesus sjálvan sum fyrimynd, hansara góðsligu medferð og sinnalag.

Kirkjulóggávan sigur millum annað: “Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.”

Júst henda orðingin setur fokus á kirkjunnar innihald.

JF