Skriva út

Kirkjuráðsvalið og børnini

08.05.2017 Tíðindi
Kirkjuráðsvalið og børnini (1)

Børnini eru framtíðin. Útsøgnin verður søgd so mangan. Fáur ivast í, at so er. Vit byggja vøggustovur, barnagarðar og skúlar. Hetta er lívsneyðugt, tíðin krevur tað. Økir, ið ikki fylgja við tíðini, verða afturúrsigld.

Børnini eru framtíðin hjá kirkjuni. Tað er so satt, sum tað er sagt. Hinvegin er útsøgnin hugvekjandi, tí spurningurin er: Framtíðin hjá hvørjari kirkju?

Fólkakirkjan er okkara kirkja, og vit mega onkursvegna læra børnini ta siðvenju, ið er galdandi í fólkakirkjuni. Biskupur hevur tíverri ikki nakað einfalt svar, tíansheldur eina einfalda loysn.

Vit fingu stórar og miðalstórar skúlar úti á bygd. Tað varð mett neyðugt, at børnini fingu eina útbúgving ella lærdu eitt handverk. Men júst útbúgvingin ella handverkið er ein orsøk til, at børnini ikki koma aftur, eftir at lærutíðin er lokin. Við øðrum orðum er tað neyðuga – útbúgving og handverk – ein orsøk til, at útoyggjarnar og bygdirnar kenna miðvísa fráflyting. Tey størru økini draga, tí ungdómurin, ið er fakliga væl fyri, fær arbeiði og fleiri avbjóðingar á teim størru plássunum.

Nevnda gongd er áhugaverd og verd at geva gætur. Hon er ein avbjóðing hjá øllum bygdum og býum, ja Føroyum sum heild, um vit hugsa norðurlendskt ella altjóða hugsan.

Eina líknandi avbjóðing hevur føroyska fólkakirkjan. Hvussu kunnu vit uppala, læra og menna børnini, so tey sum vaksin kenna seg heima í fólkakirkjuni? Hvussu bera vit okkum at, so tey, ið eru børn og ung í dag, sita í fólkakirkjuni sum vaksin ár 2040.

Spurningurin er torførur at svara, og undirritaði kennir ikki svarið. Henda greinin er einans ávegis hugsan til tess at seta orð á og byrja eina longri og neyvari viðgerð. Málið er, at hvør kirkjusókn viðger spurningin í mun til umstøður og møguleikar, nú kirkjuráðsval verður týsdagin 7. november 2017.

Hvør í sínum lagi mega vit gera okkum greitt, at einki hendur av sær sjálvum. Tað einasta, ið vit vita við vissu og kenna frá rákinum í samfelagnum, er, at fráflyting og afturstig henda av sær sjálvum. Gera vit einki munagott, so gongur gongdin stútt og samt tann vegin, at færri og færri manna garð.

Kann tað hugsast, at gongdin í fólkakirkjuni longu nú minnir um gongdina í smærri og miðalstórum bygdum? Fólkið flytur til størri økir, tí tað er liviligari og fleiri tilboð til ítriv og tænastur! At fólkið velur annað virksemi fram um fólkakirkjuna, tí tað er og kennist meira viðkomandi.

Neyðugt er at viðgera evnið “børnini og fólkakirkjan” yvirskipað og ítøkiliga, tí tað er stórur munur á støðuni í smærri og miðalstórum bygdum og einum býi.

Sum sóknarprestur kenni eg Norðuroyggjar og Eysturoynna sera væl. Tess vegna lýsi eg støðuna og taki útgangsstøðið norðanfjørðs.

Fólkakirkjan og børnini á útoyggj og smærri bygdum. Fugloyggin, Svínoyggin og Kalsoyggin. Árnafjørður, Kunoy, Elduvík, Funningur, Gjógv og Selatrað. Hvat skulu vit siga um hetta evnið á nevndu og líknandi støðum? Hvat gera vit í kirkjusóknum, har fólkatalið er lágt og minkandi?

Hetta er ein stór avbjóðing hjá fólkakirkjuni. Hvussu kunnu vit vera kirkja á smærri plássum og røkta kirkjusóknirnar væl? Meti tær smáu kirkjusóknirnar av alstórum týdningi fyri trivnaðin í bygdunum og um landið í heila tikið. Hugsað verður um gudstrúgv, mentan og fyrimyndarligt ídni.

Heilt øðrvísi eru møguleikarnir á fólkaríkum støðum. Her er grundarlagið gott til fjølbroytt barna- og ungdómsarbeiði. Tað er einans hugflogið, ið setur mørk og markið, um vit hugsa um allar sjey dagarnar í vikuni.

Serliga tær stóru og nýggjaru kirkjurnar eru bygningar, ið veruliga eru innbjóðandi og avbjóðandi. Tað sosiala hevur nógv at týða fyri tær yngru familjurnar, hvørs dagur er so upptikin, at tað er torført at raðfesta og náa alt tað, ið hugur stendur til. At vera saman við børnunum á halgum og heilagum staði, syngja sálmar, hoyra bíbliusøgu og biðja frelsarans bøn “faðir vár”.

Tað er hóast alt vár í fólkakirkjuni, talan er um ný- og frambrot. Tað hendir veruliga nakað, og bæði kirkjuráðslimir og prestar tosa saman um átøk og framtøk. Tað at evnið verður viðgjørt er tekin um, at vit í fólkakirkjuni hava sæð skriftina á vegginum. Ikki soleiðis at skilja, at kirkjan viknar og færri fólk fara at ganga í kirkju. Men heldur so at skilja, at orðið um Jesus – eftir okkara tykki – er tann besti førningurin, ið børn og ung kunnu fáa við sær út í lívið.

Tað er ein stór avbjóðingin, at børn og ung kunnu kenna fólkakirkjuna sum sítt andaliga heim. Týdningarmikið er at lata sálina í fólkakirkjuni anda í rúminum, soleiðis at børnini venjast við fólkakirkjunnar læru, sálmar og siðvenju. Týdningarmikið at verða spardur fyri eina fólkaflyting úr fólkakirkjuni til onnur tiltøk vegna tess, at vit aldu tey upp í nøkrum, ið ikki beinleiðis er fólkakirkja.

Hoyrdi eina samrøðu við eina kenda listakvinnu, ið segði, at um ein skuldi kenna løtuna í listaskálanum ríka og gevandi, so var tað neyðugt, at vit vóru lærd um list, - bæði handverk, søgu og myndevni.

Kunnu børn hava tokka til og dáma at syngja sálmar, um tey ongantíð hava upplivað, at sálmar verða sungnir fyri ella saman við teimum? Kunnu børn kenna gongdina í gudstænastuni, um tey ongantíð eru við til eina gudstænastu?

Óivað kundu vit gjørt nógv munandi betur. Hinvegin gagnar tað valla at stúra og klaga. Tað er hóast alt nógv at gleðast um. Vit kunnu nevna úr rúgvuni alt tað jaliga, ið spakuliga kemur afturat: Vøggusangur, gudstænasta við máltíð, sunnudagsskúli og átøk fyri ung.

JF.