Skriva út

Kirkjuráðsvalið og barnafamiljan

14.02.2013 Tíðindi
Kirkjuráðsvalið og barnafamiljan

Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni á staðnum, og í stóran mun speglar tað kirkjuliga virksemið tey menniskju, ið sita í kirkjuráðnum.

Tann siðbundna hámessan liggur við atliti at liturgi í fastari legu. Tað eru prestarnir, ið hava ábyrgd av hámessuni. Tó so, samstarv er neyðugt, tí fáur prestur megnar stórvegis einsamallur. Uttan kirkjutænararnar var nógv at kalla sum einki.

Allar aðrar tíðir uttan sunnumorgun kl. 11-13 kann kirkjuráðið skipa fyri átøkum í kirkjuni ella rundan um kirkjuna. Eyðvitað í samstarvi við prestin.

Biskupur metir, at á støðum, har tað er møguligt, eigur eitt kirkjuráð at vera mannað við øllum aldursbólkum: ungum, miðalaldrandi og eldri. Tað er umráðandi, at øll kenna seg væl í kirkjuni, og eingin veit betur enn júst viðkomandi ættarlið, hvat teirra aldursbólkur væntar og krevur av kirkjuni bæði vit atliti at innihaldi og verkligum kørmum.

Barnafamiljan fevnir foreldur í góðum burðarførum aldri. Undirritaði metir ikki, at barnafamiljan hevur nóg góðar umstøður í fleiri kirkjum úti á bygd og í miðal stórum og smærri kirkjum. Hetta er einans ein staðfesting, og als eingin ábreiðsla mótvegis kirkjuráðunum. Málið er torført at loysa, tí kirkjuráðini eru alt ov bundin av einum tungum lógarverki, tá talan er um framtøk og okkurt slag av ný- ella umbygging. Lógarverkið er so tungt, at viðhvørt gevast vit á hondum.

Sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi upplivdi eg eina hending í Sjóvar kirkju, ið eg ongantíð gloymi aftur. Eg var illa við av hendingini og skammaðist í langa tíð. Og hetta er søgan:

“Barnadópur var leygardag kl. 15. Fleiri børn til dópin, og heilt væl av fólki. Tað var gleði og hátíð. Gestir komu ymsastaðni frá í landinum, og prestur kendi ikki øll, hvørki av útsjónd ella navni.

Ein ung kvinna kemur við einum smábarni í føvninginum og spyr spakuliga fitt og blíð: Prestur, eg skal skifta barninum. Hvar er “puslerúmið”?

Fyri tað fyrsta hoyri eg ikki væl, og tað gjørdi ikki støðuna betur, at prestur ikki var vitandi um, hvat eitt “puslerúm” er. Tá eg endiliga skilti spurningin, vóru góð ráð dýr, ja ómøgulig.

Nátthúsið í kjallaranum á kirkjuni eystureftir var einki at vísa á. Tað var als ikki innbjóðandi hjá eini ungari kvinnu, ið skuldi skifta barninum og geva tí turr klæðir. Nátthúsið kundi nýtast til neyðsynjarørindi, - tað var tað!

So prestur vísti henni uppá loftið í kirkjuni og helt fyri, at hetta rúmið var tann frægasta loysnin, hóast einki vask og onga kurv, - einans benkur og ein gomul óvirkin kirkjuklokka.”

Hvat hevur hon hugsað henda unga mamman, ið vitjaði Sjóvar kirkju á fyrsta sinni?

Strandingum og núverandi sóknarpresti til rós skal sigast, at nú er vend komin í. Yngri og eldri tóku lógvatak, og innan langa tíð stendur eitt bæriligt kirkjuhús við síðuna av kirkjuni í Sjóvar túni.

Gott fyri øll, - ung, eldri og tey, sum bera brek. Sera gott fyri ungar familjur við smáum børnum.

JF