Skriva út
Kirkjuráðsvalið: - Eg segði bara ja
22.08.2013 Tíðindi
Týsdagin 5. november verður kirkjuráðsval kring landið.
Eitt av hesum støðum, sum er fevnt av hesum, er kirkjuliðið í Skopun.
Ein teirra sum hevur royndir í arbeiðinum í einum kirkjuráði, er forkvinnan í kirkjuráðnum á staðnum, Petsy Nielsen.
Hon hevur sjálv ikki tikið støðu til, hvørt hon fer at stilla upp í heyst ella ikki.
- Nei, eg havi ikki tikið støðu til, um eg stilli uppaftur. Tað vil tíðin vísa, sigur 51 ára gamla, Petsy, sum dagliga starvast sum krambúðarkvinna. Hon hevur sitið í kirkjuráðnum í samfull 16 ár.
Tað var meiri av tilvild at hon varð biðin um at koma í kirkjuráðið. Formaðurin spurdi hana, tí ein limur ynskti at sleppa úr ráðnum.
- Og eg, - eg segði bara ja, greiðir hon frá.
Seinastu átta árini hevur hon verið forkvinna í kirkjuráðnum. Fyri hana er eingin ivi um tann týdning, ið eitt slíkt ráð hevur: - Tað er týdningarmikið við einum slíkum ráði.
- Kirkjuráðið skal syrgja fyri, at kirkjan kann bjóða kirkjufólkinum góð viðurskiftir fyri lívi og
vøkstri. Og so taka tey eisini avgerðir um, hvussu kirkjutænastan verður skipað.
Orð og mynd: Snorra Brend
Onnur tíðindi