Skriva út
Kirkjuráðsvalið 2013
20.08.2013 Tíðindi
2013 er valár, og føroyska Fólkakirkjan fer tann 5. november á øðrum sinni eftir yvirtøkuna á Ólavsøku 2007 at velja nýggj kirkjuráð.
Løgtingslóg nr. 107 frá 17. august 2009 um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn sum broytt við ll. nr. 10 frá 26. februar 2010 er karmur kring mannagongdina á valinum.
Á seinasta kirkjuráðsvali vóru sonevndu “friðarval” meginreglan. Veruligt val var einans í fimm kirkjusóknum. Klaksvík, Vági, Gøtu, Miðvági og Sandavági.
Nú er tann broyting gjørd, at val skal verða í øllum kirkjusóknum, har meira enn 500 kirkjufólk búgva. (sí § 18) Valstýrið kann avlýsa valið, tá bert ein valevnislisti er komin inn, og freistin at lata inn listar eftir § 16, stk. 1 er farin, ella bert ein listi verður góðkendur, og heita á stillararnar um at raðfesta valevnini. Skilligt skal vera, hvørji verða vald, og í hvørji raðfylgju varalimir skulu vera. Varalimir eru ikki persónligir.
Fyrsta februar 2013 vóru 37.276 limir í fólkakirkjuni. 28.517 hava valrætt tann 5. november svarandi til 76 % av limum fólkakirkjunnar.
Hevur ein hug at velja í aðrari kirkjusókn enn henni ein býr í, er vert at leggja til merkis freistina 20. august og ásetingarnar í §§7-8 sí niðanfyri
§ 7. Kirkjufólk, ið hoyrir til aðra kirkjusókn í prestagjaldinum ella hevur loyst sóknarband, sbr. § 8 í løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni, kann verða verandi skrásett í kirkjusóknini, har tað býr, ella lata seg skráseta í kirkjusóknini, tað hevur knýtt seg til.
Stk. 2. Kirkjufólk eru einans valbær í kirkjusóknini, har tey eru skrásett sum veljarar.
Stk. 3. Sóknarbandsloysari, sum er valdur inn í kirkjuráðið í kirkjusóknini, viðkomandi hevur knýtt sóknarband til, varðveitir sætið, til nýtt kirkjuráð tekur við, hóast sóknarpresturin, sum sóknarband er knýtt til, er farin úr embæti. Á sama hátt verður starvið sum tiltakslimur varðveitt.
§ 8. Áheitan um at koma á vallista sambært §§ 6 og 7 í kirkjusókn, har kirkjufólkið ikki hevur bústað, skal skrivliga latast formanninum í valstýrinum í kirkjusóknini, har kirkjufólkið ynskir at útinna valrættin.
Stk. 2. Áheitanin sambært stk. 1 skal latast formanninum í valstýrinum í seinasta lagi 3. týsdag í august við upplýsing um navn og p-tal, so at fráboðanin kann verða send valstýrinum, har veljarin býr.
Kirkjuráðini hava verið virkin og ófør at betra um trivnaðin í farna valskeiði.
Uppgávurnar hjá kirkjuráðnum vaksa alsamt og hevði tað verið gleðiligt, um áhugin fyri at stilla upp verður stórur til valið, ið stendur fyri framman..
Onnur tíðindi