Skriva út
Kirkjuráðsvalið 2013
21.01.2013 Tíðindi
Týsdagin 5. november 2013 er kirkjuráðsval. Fyrsta sunnudag í advent taka teir ný- og afturvaldu kirkjuráðslimirnir sæti og stjórna staðbundnu kirkjuni tey komandi 4 árini.
Hugsa vit um skipan, stjórn og stýri, so er fólkaræðið ein av kirkjunnar berandi súlum. Fjórða hvørt ár er kirkjuráðsval, og limir fólkakirkjunnar, ið eru 18 ára gamlir hava valrætt og valbæri.
Kirkjuráðini hava ábyrgd av dagliga rakstrinum hjá kirkjuni bæði verkliga og fíggjarliga. Tað er eitt stórt og týðandi arbeiði, ið eisini óbeinleiðis og beinleiðis nemur innihaldið í kirkjuni. Kirkjuráðið kann skipa fyri ymiskum átøkum og tiltøkum, soleiðis sum lógin um kirkjuráð heimilar.
Tað er eisini kirkjuráðini í prestagjaldinum, ið kalla sóknarprestin. Soleiðis sæð liggur stór ábyrgd hjá kirkjuráðnum, størri enn vit mangan geva gætur. Kirkjuráðið er kallandi myndugleikin, meðan biskupur hevur fyrisitingarliga ábyrgd og eftirlit við, at prestur er skikkaður til kallið.
Tað nýggja á hesum sinni er, at í eini kirkjusókn við 500 kirkjufólkum skal verða val. Áður var einki val, um einans ein listi kom inn. Men á hesum sinni skal verða val, um kirkjusóknin er 500 fólk ella fleiri.
JF.
Onnur tíðindi