Skriva út

Kirkjuráðsval 2. november 2021

28.01.2021 Tíðindi
Kirkjuráðsval 2021.jpeg

Fólkakirkjan er í sínum bygnaði fólkaræðisliga skipað. Fjórða hvørt ár er val. Ein nýggj 4 ára seta byrjar fyrsta sunnudag í advent í valárinum.

Valdagurin er í lógarverki kirkjunnar ásettur til fyrsta týsdag í november mánaði.

Tað er formliga álagt biskupi at kunna um valið og hava ábyrgd av valinum. Verkliga er tað umsitingin hjá Føroya Stiftsstjórn, ið tekur sær av teimum yvirskipaðu praktisku viðurskiftunum, ið eru tengd at valinum.

Kirkjuráðið hevur mangar og spennandi uppgávur at røkja. Komandi mánaðirnar verða nakrir tættir umrøddir á heimasíðuni. Á hesum sinni verður formliga boðað frá, at val verður 2. november 2021.

Í løgtingslógini um kirkjuráð síggja vit t.d. longu í § 1, at kirkjuráðið hevur bæði andalig og materiel atlit at taka:

  • Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
  • Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftum.

JF