Skriva út

Kirkjuráðsval '13: - Øll skulu føla seg væl

23.08.2013 Tíðindi
Kirkjuráðsval '13: - Øll skulu føla seg væl

Ein teirra sum eftir ætlan fer at stilla upp til kirkjuráðsvalið 5. november, er 45 ára gamla Ruth Olsen av Skála.

Hon hevur sitið í kirkjuráðnum í fleiri ár, tey seinnu árini sum forkvinna.

Og fyri hana er eingin ivi um, hvat er høvuðsmálið hjá einumhvørjum kirkjuráði:

- Øll skulu føla seg væl, og kirkjan skal eisini vera soleiðis, at hon er ein partur í teirra lívi.

Ruth Olsen hevur sitið tvær setur í kirkjuráðnum, og er arbeiðið í kirkjuráðnum framvegis eitt, ið hon brennur fyri.

- Tað hevur sín avgjørda týdning at hava eitt kirkjuráð. Uppgávan er jú millum annað at tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri, í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.

- Tí er eisini umráðandi at hava eitt aktivt kirkjuráð, sum umboðar ymiskleikan í fólkinum á staðnum, staðfestir Ruth Olsen, ið dagliga starvast sum skrivstovukvinna.

Nú val verður til kirkjuráðini í heyst er hon í øllum førum hugað at stilla uppaftur.
- Møguliga, svarar hon beinleiðis uppá fyrispurningin.

- Eg brenni í øllum førum fyri tí kirkjuliga arbeiðinum, og tí fjølbroytni, sum kirkjan stendur fyri. Eg havi altíð verið góð við kirkjuna, og tað sum hon stendur fyri.



Orð og mynd: Snorri Brend