Skriva út

Kirkjuráðslimir hittust á Eiði

03.03.2020 Tíðindi
Felags mynd.jpg

Hóast øtlandi illveður, var uppmøtingin góð, tá ið kirkjuráðslimir úr øllum landinum leygardagin hittust á Eiði til aðalfund í Felagnum fyri kirkjuráðslimir. Summi settust helst aftur, men kortini vóru útivið hundrað fólk møtt á fundi.

Sum vant, varð byrjað við andakt, og var tað nýggi eiðisprestur, Jonhard Jógvansson, ið hevði hana í Eiðis kirkju, sum gamli eiðisprestur, Emil Olsen, eisini greiddi eitt sindur frá um. Somuleiðis sang Emma Williamsdóttir Hammer sálmin “Tíðin rennur sum streymur í á”.

Eftir andaktina varð farið til morgunmat í Hólmahúsinum, ið hýsti restini av fundinum. Fyrst var formansfrágreiðingin frá Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, har hon millum annað greiddi frá tí, ið hent er síðani síðsta aðalfund.

– Kirkjuráðslimir hava givið til kennar, at teir kundu hugsað sær at nevndin í felagnum var meira sjónlig runt landið, og byrjaðu vit í Suðuroynni, har okkurt um 70 kirkjuráðslimir og kirkjutænarar vóru við, segði hon millum annað.

– Sera lívligt og gott orðaskifti var á fundinum í Suðuroynni, og kanska hevði tað verið eitt hugskot, um felagið hevði ein hugskotsbanka, har kirkjuráð kundu lagt hugskot og tankar í.

Áhugaverdar framløgur
Umframt sjálvan aðalfundin, sum eisini fevndi um tað vanliga, so sum roknskap, rakstrarætlan og viðgerð av ymsum málum, vóru áhugaverdir fyrilestrar eisini á skránni.

Bárður í Baiansstovu, arkitektur hjá Landsverki, helt fyrilestur um viðlíkahald av prestagørðum, og við einum hópi av myndadømum vísti hann, hvussu tað hevði hepnast at fingið gamalt og nýtt at gingið hond í hond, har neyðugt hevur verið umfatandi umvælingum.

Eisini greiddi Uni Næs, dómpróstur, frá fólkakirkjuni sum grønari kirkju, umframt at hann viðgjørdi kirkjuna sum ferðamál. – Eitt hugskot kundi verið, at fleiri kirkjur samstarvaðu, so tær kundu bjóðað ferðavinnuni ein “kirkjupakka”, segði hann millum annað.

Við á fundinum var eisini landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, ið fekk orðið ímóti endanum á fundinum: – Í kirkjuni fáa vit frið, tí kirkjan hyggur ikki eftir tí ytra, men tí innara. Og akkurát hesum hevur nútíðarmenniskjað tørv á – kanska meira nú enn nakrantíð, segði hann.

Dagurin endaði sum vant við, at Jógvan Fríðriksson, biskupur, rundaði av. Felagið fyri kirkjuráðslimir fyllir annars 25 ár seinni í ár, og tá er ætlanin at gera okkurt burturúr, sum kunnað verður um nærri.

Orð og myndir: Hilmar Jan Hansen.