Skriva út

Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi vitjaðu í Nólsoy.

08.07.2013 Tíðindi
Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi vitjaðu í Nólsoy.

Í samband við at Nólsoyar kirkja fyllir 150 ár 2. august skipaði Nólsoyar kirkjuráðið fyri samkomu í fyri kirkjuráðunum við Havnar, Hoyvíkar og Kaldbaks kirkju og prestunum í prestagjaldinum seinast í mai. Gestirnir fóru úr Havn við Ternuni kl. 19.

Fyrst gekk leiðin í kirkjuna, har formaðurin í kirkjuráðnum, Sune Hansen, bjóðaði gestunum væl komin og segði, at samkoman var bæði eitt minningarhald í samband við 150 ára haldið hjá kirkjuni í summar og ein takk fyri seinast samkoma, har kirkjuráðini við Havnar og Hoyvíkar kirkju, høvdu verið vertir við felags kirkjuráðs og kirkjutænara samkomum í prestagjaldinum.

Eftir felags sálmasang greiddi Egon Hansan, ið hevur skrivað bók um Nólsoyar kirkju, Kirkjan á Tanganum, frá kirkjusøguni og teimum lutum sum eru í kirkjuni. Leif Hansen, cand. mag. helt fyrilestur um sálmasang og sálmabøkur, ið eru nýttar í prestagjaldinum gjøgnum tíðirnar. At enda las Una Hansen, deknur ein stuttan lestur, og síðani endaði løtan í kirkjuni við einum sálmi.

Eftir løtuna í kirkjuni varð farið til døgurða í Missiónshúsinum, har tað var sungið og práta saman um mangt og hvat. Umboð fyri kirkjuráðini bóru fram kvøðu og takkaðu fyri tiltakið, ið var stimbrandi fyri kirkjuráðini í prestagjaldinum. Skipað var fyri undirhaldi og spurnarkapping, har Uni Næs dómpróstur var dómari. At enda takkaði Sune Hansen fyri vitjanina, og Uni Næs endaði kvøldið við aftanbøn.

Tiltakið eydnaðist sera væl. Luttakararnir fegnaðust um vitjanina og mæltu til at halda fram við slíkum felagstiltaki. Ferðin endaði í Nólsoy kl. kl 22.30, tá Ternan aftur sigldi til Havnar.

E.H.