Skriva út
Kirkjuráðið í kirkjuskipanini
20.02.2014 Tíðindi
Tað, sum eg skal tosa um í dag, er um kirkjuráðið í kirkjuskipanini – men fyri at kirkjuráðið skal koma inn í sítt rætta høpi, má eg fyrst siga nokk so nógv orð um kirkjuskipanina annars, tað er um bygnaðin í kirkjuni annars.
Tey av tykkum, sum hava hoyrt meg siga nakað fyrr, hava helst hoyrt nakað av hesum fyrr, men eg haldi, at tað er so serligt, at eg havi hug at blíva við at siga tað – men so er tað eisini tí, at eg haldi, at tað er ein so góð skipan, um málið er, at kirkjan eisini í longdini skal fevna breitt.
Okkara serliga fólkakirkjuskipan
Tað heilt serliga við okkara fólkakirkjuskipan í mun til flest øll ønnur kristin trúarsamfeløg – og som ger hana líka teirri donsku; men harvið øðrvísi enn systurkirkjurnar hjá henni á hinum norðurlondunum, sum annars allar hava mestsum uppá oyrað sama lærugrundarlag – er, at hon hevur ikki nakra evstu leiðslu.
Ongin talar fyri kirkjuna, soleiðis at skilja, at fólkakirkjan meinar ikki nakað ávíst um nakað ávíst mál: Hon hevur eitt lærugrundarlag, sum var lagt fast við trúbótini, og sum í ávísan mun fær øðrvísi týdning við tíðini, tí at tað í verki verður livað og boðað inn í samtíðina. So hvørt sum menniskjafatanin, politiska samfelagið og hugsanarhátturin hjá okkum yvirhøvur eru broytt, hevur tað verið onkrastaðni millum sjálvsagt og neyðugt at laga eitt sindur til her og har, fyri at kirkjan støðugt kann virka sum ein natúrligur og heimligur partur av samfelagnum; men lærugrundarlagið verður ongatíð endurtulkað ella umorðað formliga, og ongin hevur rætt til at taka støðu til nakað áleikandi mál vegna kirkjuna alla.
Land og kirkja
Ein næstan automatisk fylgja av tí, at okkara fólkakirkja ikki sum so hevur eina evstu leiðslu, er, at prestarnir og biskuparnir – fyri nú at halda okkum til orðalagið í augsburgsku trúarjáttanini – hava vald svørðsins, afturat tí at tey hava vald orðsins.... ella at fólkakirkjan við øðrum orðum er eitt trúarsamfelag í samstarvi við verðsligu myndugleikarnar, og fyri ein part eisini útinnir myndugleika fyri verðsligu myndugleikarnar. Vit kunnu til dømis hugsa um navnamyndugleikan og myndugleikan at fremja vígslu við borgarligum gildi. – Hin síðan av tí samstarvinum er so, at landið stuðlar kirkjuni og ger og viðlíkaheldur lógarkarmarnar um hana; men tað skal vera við virðing fyri sjálvræðinum hjá kirkjuni.
Innankirkjuligu kirkjumyndugleikarnir
Innaní kirkjuskipanini hava vit so serligar kirkjumyndugleikar, sum hvør á sínum øki fevna alt landið: Próstadømisráðið, Stiftsstjórnina/Kirkjugrunnin, landsstýrismannin og Tingið, sum taka avgerðir vegna kirkjuna á evnisliga avmarkaðum økjum. – Haraftrat kemur so tað hirðaliga virksemið hjá biskupi. Hetta kann alt vera viðvíkjandi viðurskiftum sum røra kirkjusóknirnar – eina, fleiri ella allar.
Kirkjan í kirkjusóknini
So skulu vit venda okkum frá tí meira yvirskipaða, aftur til tað sum ger, at alt hitt yvirskipaða hevur nakra meining og nakra funktión, nevniliga til kirkjuna í kirkjusóknini.
Tað er kirkjusóknin, sum er grundeindin í fólkakirkjuni, og tað ber bara til at hoyra til fólkakirkjuna við at hoyra til eina ávísa kirkjusókn – ella við at vera limur í einum valkirkjuliði; men tann møguleikin er so ikki brúktur enn í Føroyum.
Tað, sum ger, at kirkjan á staðnum er kirkjan, er, at hon er gudstænastuhúsið í og hjá kirkjuliðinum í kirkjusóknini.
Tað er kirkjusóknin, tað vil siga kirkjufólkið í kirkjusóknini, sum varðir av kirkjuni, ongin annar.
Kirkjuráðið
Kirkjan er sjálvsogn, og tað er fyrst og fremst her, at kirkjuráðið kemur mest ítøkiliga inn í bílætið: Tað er neyðugt, at nøkur ávís fólk í kirkjuliðinum fáa ábyrgdina av – og standa til svars fyri – at kirkjan verður røkt og rikin, sum hon skal; men haraftrat kemur so tann meira óítøkiliga, dýra skyldan, sum kirkjuráðið hevur eftir § 1, stk. 1 í lógini um kirkjuráð og próstadømisráð, nevniliga at “Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni”.
Tað vil siga, at kirkjuráðslimurin hevur ikki nakra serskilda skyldu framum nakran annan doyptan í mun til tað at boða í orðum ella verki (almenna prestadømið), men hann hevur eina serliga skyldu til at hugsa um at royna at tryggja, at karmarnir fyri boðanini og tí kirkjuliga lívinum í sóknini eru góðir.
Og her er so aftur vert at hyggja eftir § 1 í lógini um kirkjuráð og próstadømisráð, tí at har stendur í stykki 2, at ” Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum”, og so sigur stykki 3, at ”Próstadømisráðið hevur umsjón, og stiftsstjórnin hevur yvirumsjón við viðurskiftunum hjá kirkjuráðunum, sbrt. stk. 2.”
Tað, sum ikki er tilvild, er, at tá vit tosa um stykki tvey, tað vil siga um kirkjubygningin, fíggjarviðurskiftini og tað fyrisitingarliga, tá er kirkjuráðið undir lógarásettum myndugleikaeftirliti – og eftir teimum seinastu greinunum í lógini um kirkjuráð og próstadømisráð kann ein kirkjuráðslimur enntá verða drigin persónliga til svars, um tað kemur til skarpskeringar – við endurgjaldskravi og øllum; men viðvíkjandi § 1, stk 1 – tí at tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni – er ikki eftirlit. Í staðin fyri tað kontanta myndugleikaeftirlitið kemur tann hirðaliga umsjónin og umsorganin hjá sóknarpresti og biskupi.
Hvat er eitt mál fyri kirkjuráðið?
Kirkjusóknirnar fevna hvør í sínum lagi um kirkjufólkini, sum búgva í einum ávísum landafrøðiligum parti av Føroyum, tær yvirlappa ongatíð hvørja aðra, og til samans fevna tær hvørt einasta petti av biskupsdøminum Føroyar. Kirkjusóknirnar minna tí heilt nógv um kommunur, og vit kunu gott siga, at tær eru “kirkjuligar kommunur”, tí líkskapurin er eisini uppá tann mátan, at nakrir ávísir partar av virkseminum eru skyldur, sum eru neyvt fastlagdar í lóg, meðan stórir partar av teimum bleytaru pørtunum av virkseminum nettup ikki eru ásettir nakrastaðni. Tað vil siga, at tað er fyri tað allarmesta sovorðið, sum kirkjuráðið ikki nýtist at gera so nógv við, og sum man ofta kann ivast í, um kirkjuráðið eigur at taka sær av. Men tað er lætt at koma uttanum tann ivan, um vit spyrja tríggjar einfaldar spurningar, sum eru:
1) Er tað nakað kirkjuligt?
2) Er tað nakað, sum gevur meining at fáast við í kirkjusóknini?
3) Er tað nakað, sum ongin annar í kirkjuni skal taka sær av?
Er svarið til allar hesar tríggjar spurningarnar ja, so kann kirkjuráðið umhugsa at bretta ermurnar upp og gera tað, sum kann tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri.
Men er talan harafturímóti um
• landsfevnandi virksemi
• virksemi sum røkkur útum landoddarnar
• okkurt, sum ikki er kirkjuligt
• arbeiðsuppgávur hjá sóknarpresti, ella
• nakað sum onkur annar kirkjumyndugleiki skal gera
so talar alt fyri, at kirkjuráðið skal halda seg frá at gera nakað við tað, og ið hvussu so er, eigur kirkjuráðið ikki at gera nakað við tað, fyrr enn tað hevur spurt seg fyri og hevur fingið svar, um tað hevur heimild at fara inn á økið.
Og so eru sjálvandi nøkur undantøk frá hasum deiliga greiðu reglunum, og eg skal nevna nøkur:
• Kirkjuráðið hevur ongantíð loyvi at taka lán ella skuld- ella skyldubinda kirkjusóknina óbeinleiðis, uttan at hava fingið skrivligt loyvi frá landsstýrismanninum.
• Uttan mun til, hvussu nógva ogn kirkjusóknin eigur – og sjálvt um hon til dømis hevur fingið loyvi at fyrireika at byggja kirkju – hevur kirkjuráðið hvørki heimild at gera av at fara undir at byggja kirkju ella at ríva kirkju niður, uttan staðiligt skrivligt loyvi frá landsstýrismanninum
o Og landsstýrismaðurin kann bara geva slík loyvi, um hann fær tilmæli um tað frá biskupi og er samdur við hann.
• Kirkjuráðið kann gott gera av at lata talvuna ganga til frama fyri eitt nú missiónsvirksemi ella annað manngott virksemi innlendis ella uttanlands, hóast tað ikki hevur heimild at lata av tiltøkupeninginum til tað endamálið – men tað kann vera eitt gott hugskot at ráðføra seg við biskup, tá talan er um okkurt nýtt.
• Kirkjuráðið kann saktans loyva ikki-kirkjuligum tiltøkum í kirkjuni, um tað metir, at tiltøkini – kanska bara óbeinleiðis – kunnu vera til frama fyri kirkjuliga lívið í sóknini, eisini sjálvt um tiltøkini heldur ikki hava nakað serligt við kirkjusóknina at gera. – Tað kann til dømis vera, um tiltøkini kunnu venja fleiri fólk til at brúka kirkjuna, ella til at tosa um hana – oftast helst hampiliga jaliga.
Lítið nýttir møguleikar
So ætlaði eg til seinast heilt stutt at reksa nakrar møguleikar upp, sum tað undrar meg, at kirkjuráðini ikki brúka meira:
Vit hava (í § 25 í lógini um kirkjuráð og próstadømisráð) reglur um kirkjuliðsfundir, sum kirkjuráðið kann kalla fólk saman til, ella sum eitt ikki so øðiliga stórt tal av kirkjufólki kann biðja um, um tey til dømis ynskja okkurt ella eru ónøgd við okkurt.
Vit hava (í § 24 í lógini um kirkjuráð og próstadømisráð) reglur um felags kirkjuráðsfundir fyri øll kirkjuráðini í einum prestagjaldi, sum til dømis kundu verið um samstarv um okkurt ávíst, ella um onkra felags avbjóðing.
Kirkjuráðini kunnu samstarva um tær flestu av uppgávunum, sum tey skulu røkja hvørt sær, tað krevur onga heimild; men viðurskifti sum ábyrgd, møgulig fígging og avmarkingar skulu bara vera greið.
Staðbundin kirkjuskattur kann saktans brúkast til annað enn til at fíggja kirkjubygging ella annað, sum hevur við bygningar at gera – talan skal bara vera um kirkjuligar verkætlanir í kirjusóknini, tað vil siga ikki sovorðið sum starvssetanir. – Har eru nakrir møguleikar, men eyðvitað bara um kirkjuráðið metir, at so góð undirtøka er fyri endamálinum, at fólk vilja gjalda eitt sindur eyka fyri, at tað verður til veruleika. – Og ivast kirkjuráðið, ella ynskir tað at skapa eyka góða undirtøku fyri onkrum, so er bara at kalla saman til kirkjuliðsfund.
Bergur Berg
Onnur tíðindi