Skriva út

Kirkjuliga Heimamissiónin

17.10.2017 Tíðindi
Kirkjuliga Heimamissiónin

Í sambandi við reformatiónsárið hevur Kirkjuliga Heimamissiónin boðið Asger Chr. Højlund, professara, teol.dr., til Føroya at halda tríggjar sera áhugaverdar fyrilestar, við samlaða heitinum “Hvat er so serligt við tí lutherska?”
Fyrilestrarøðin verður í Løkshøll í Runavík leygardagin 21. oktober kl. 13:30, og er partur av árligu Stórmøtunum, sum verða sama vikuskifti í Bylgjuni í Runavík.
Asger er uppvaksin í Føroyum, tí pápi hansara var prestur í Kvívík í fleiri ár. Asger tosar føroyskt, men heldur tó fyrilestrarnar á donskum.

Fyrsti fyrilesturin ber heitið: “Uppdagingin, sum setti reformatiónina í gongd”. Her verður komið inn á sjálvan kjarnan í evangelisk-luthersku læruni, sum varð drívmegin aftanfyri reformatiónina.
Annar fyrilesturin eitur: “Hví avtók Luther ikki barnadópin? Luther og sakramentini”. Av sonnum eitt viðkomandi evni í føroyskum samanhangi.
Triði og seinasti fyrilesturin er ikki minni viðkomandi: “Er Luther ikki óneyðugur, tá vit hava Bíbliuna? Luther og Bíblian”.
Høvi verður at seta spurningar.

Leggjast kann afturat, at høvuðstalari á stórmøtunum um kvøldarnar verður Leif Andersen, lektari og ferðaprestur, sum er væl kendur í Føroyum, bæði sum talari og rithøvundur.

Øll tiltøkini eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Sí slóð: