Skriva út
Kirkjuliðsfundur á Glyvrum
28.02.2017 Tíðindi
Kirkjuráðið á Glyvrum kallaði inn til almennan fund í Glyvra kirkju mánadagin 27. januar 2017. Á skránni var kunning um nýggju kirkjuna á Glyvrum. Í eina tíð hevur verið arbeitt við málinum, og vónandi kann arbeiðið at byggja kirkjuna setast í verk um nøkur fá ár.
Væl av fólki møtti, og áhugin fyri byggingini var stórur. Ljós varð varpað á sjálvan bygningin, hugsjónina aftan fyri bygningin og tey fíggjarligu atlitini.
Árni Winther, arkitektur, eigur uppskotið og tekningina av kirkjuni. Hugsað hevur serliga verið um, hvussu kirkjan tekur seg út inni í kirkjuni, og hvussu hon kann rúma ymiskum virkisháttum alt frá tí vanligu gudstænastuni til sunnudagsskúla, sosiala samveru, sang og tónlist. Eitt áhugavert projekt, ið gevur Glyvra kirkjusókn stórar møguleikar til fjølbroytt virksemi.
Tað er eitt megnar stig at byggja eina kirkju fyri einar 60 mió. krónur. Áðrenn byrjað verður, skal kirkjuráðið hava ein triðing tøkan í reiðum peningi. Nakrar mió. krónur skulu savnast inn afturat, áðrenn fyrsti triðingurin er tøkur.
Kirkjugrunnurin kemur at rinda ein triðing yvir tann vanliga kirkjuskattin. Tað er Próstadømisráðið, ið skipar býtið av tí partinum av kirkjuskattinum, ið verður líknaður út til staðbundnu kirkjurnar. Ráðið var væl mannað á fundinum, og bæði forkvinnan Marjun Olsen og dómprósturin Uni Næs vóru greið í sínum boðskapi. Tað er Glyvra kirkjusókn, ið skal lyfta fyrsta triðingin av fíggingini umvegis staðbundnan kirkjuskatt, gávur ella peningalig átøk.
Sambært kirkjulógunum kann tað almenna rinda seinasta triðingin. Tá ið kirkjuligu og politisku myndugleikarnir hava givið endaligt byggiloyvi, er tað tann staðbundni kirkjuskatturin og Kirkjugrunnurin, ið tryggja Glyvra kirkjusókn neyðugu fíggingina og gjaldførið.
Kirkjuráðið á Glyvrum hevur lagt nógva orku í verkætlanina, og eigur ráðið stóra tøkk fyri áræði, ágrýtni og nógvar tímar í sjálvbodnum arbeiði. Nú ræður um at kirkjusóknin stendur saman um ætlanina, og at hin einstaki limurin í kirkjusóknini eftir førimuni hjálpir til fíggjarliga. Tað ræður um nógvar fíggjarligar løkir, og nógvir løkir smáir gera stórar áir.
Takk fyri opinleika og gjøgnumskygni.
JF
Onnur tíðindi