Skriva út
KIRKJULIÐIÐ Á VENJINGARLEGU
30.03.2022 Tíðindi
Biskupur hevur sett prestunum stevnu á Gjáargarði 29. og 30. mars. Málið er at viðgera Fólkakirkjuna og framtíðina.
Nógv er á skránni. Gjárdagurin byrjaði kl. 09.00 og síðsta planlagda orðið varð sagt kl. 22.00.
Kl. 07.00 í morgun, 30. mars, fóru partar av Kirkjuliðnum til morgunvenjing á Gjáarvølli. Hóast kalt, so lívdi og lagið varð gott. Tveir dystir vórðu spældir. Báðir endaðu 10-9. Ein sigur í part.
Meðan Kirkjuliðið dystaðist tóku nakrir prestar sær eitt frískligt dypp í gjónni.
Frá Gjógv frætta vit, at venjingarnar og fyrireikingarnar til ólavsøkudystin millum tey lógkønu og hálshvítu eru byrjaðar. Meira um tað seinni.
Onnur tíðindi