Skriva út

Kirkjukórið Ljómur til Hamburg

12.12.2012 Tíðindi
Kirkjukórið Ljómur til Hamburg

Kirkjukórið Ljómur fer í dag til Hamburg at umboða Føroyar á norður-
lendsku jólakonsertunum, sum verða mánadagin, 17. desembur. Dorte Tilma úr
Aarhus stjórnar kórinum, sum umframt suðuroyingar verður mannað við Ljóm-spírum
av Flatlondum. Tey hava traðkað sínar barnaskógvar í Ljómi og lesa ella arbeiða niðri.
Jóhan Kallsoy hevur staðið fyri venjingunum seinastu mánaðirnar.

Norðurlendsku sjómanskirkjurnar hava hesi seinastu árini skipað fyri jólakonsertum
í heimskendu barokk kirkjuni, St. Michaelis. Við 2.500 sitiplássum er hon størsta kirkjan
í býnum. Eyðkenda tornið er 132 metrar høgt og varðtekin hjá mæta Hansa-býnum.

Tað stendur sum ein viti hjá skipum, ið søkja sær havn við Elbuósan.

Uttan stuðul hevði ferðin neyvan verið veruleiki. Kirkjustjórnini, Mentamálaráðnum og øðrum stuðlum eru okur sera takksom og ynskja øllum eini gleðilig jól!
(- sigur kórið at enda í tíðindaskrivinum…)